Niðurlendskur dómari dømir Føroyar-Ísrael

35 ára gamli Dennis Higler er ein royndur dómari í niðurlendskum fótbólti, men

Tað verður ein niðurlendsk dómarakvartett, ið skal døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Ísrael á Tórsvølli mikukvøldið klokkan 19.45.

 

35 ára gamli niðurlendingurin, Dennis Higler hevur dømt dystir í bestu niðurlendski fótbóltsdeildini, Heiðursdeildini seinastu 10 árini.

 

Í altjóða høpi er Dennis Higler minni royndur. Hann hevur higartil bert dømt tríggjar A-landsdystir, tveir EM-undankappingardystir og ein dyst í Nations League. Men Dennis Higler hevur eisini dømt U21 og U19 EM-undankappingardystir.

 

Dennis Higler hevur eisini dømt dystir í bestu deildunum í Belgia, Sveis og í Saudi Arabia, 

 

Hjálpardómarar hjá Dennis Higler vera Rogier Honig og Rens Bluemink. Fjórði dómari verður Martin Pérez.

 

Tað søguliga við dystinum á Tórsvølli mikukvøldið er, at VAR-dómarar vera eisini til dystin. Talan er eisini um niðurlendingar. VAR-dómararnir eita Jochem Kamphuis og Sander van der Eijk.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum á Tórsvølli, og hevur stóra upptakt umframt "Triðja Hálvleik" aftaná dystin.