31. mars verður seinasti dagur hjá Niels Juul Nattestad sum skúlastjóri í Venjingarskúlanum. Seinastu tíggju árini hevur hann virkað sum stjóri í einum av landsins størstu skúlum.
– Tá eg fór í starv sum skúlastjóri avgjørdi eg, at eg skuldi taka tíggju ár í sessinum, og tað er nú ein avgerð sum nú verður førd út í lívið, sigur Niels Juul Nattestad.
Áðrenn Niels Juul Nattestad tók við stjórasessinum var hann varaskúlastjóri í 16 ár. Hann hevur sostatt staðið á odda fyri Venjingarskúlanum í ein mansaldur, men 1. apríl verður tað onkur annar enn Niels Juul Nattestad, sum verður stjóri.
Niels Juul Nattestad, ella “Natte” sum hann oftast verður róptur, verður tá 61 ára gamal. Hann hevur enn ikki avgjørt, hvat hann fer at takast við, tá hann gevst sum stjóri, men vissar tó fyri, at hann ikki kemur at keða seg.