Tað er nógv skrivað um Niels Winther. Her skal bert endurgevast tað, sum Christoffer Michael Olsen skrivaði um hann í síni dagbók:
1850
12.1. Samledes jeg med flere her af Byen hos Jacob Kjelnæs paa Niels Winthers anmodning for at samtale om adskilligt for Landet gavnligt. Vi havde været der én gang før.
21.2. Embedsrejse til Vaagø. Gudmund Effersøe, Niels Winther og Magnus Jacobsen havde været på Vaagø angaaende et Testamente, som Arvingerne ville rive op igen og erklære for ugyldigt.
Á hesi ferðini hendi ein syrgilig vanlukka. Tað vóru fleiri menn i ferðini. Nakrir teirra gingu til Oyrargjáar eftir einum báti, sum teir skuldu rógva til Fútaklett. Men ein hvirla holvdi bátin, og 4 mans druknaðu.
Ein pápi, Michael í Kálvalíð, stóð á landi og sá sínar einastu tveir synir drukna.
14.4: Paa Winthers anmodning Forsamling i Arbejdsskolen angaaende Køer og Trøer.
30.6. fer Niels Winther sum ferðafólk við Hector til Danmarkar.
1851
Tað var fólkatingsval 1. juli. Tað vóru fýra valevni. Hvørt teirra hevði sínar stillarar. Millum stillararnar hjá landfútanum Lunddahl vóru prestarnir Djurhuus og Sørensen. Stillarar hjá Niels Winther vóru bókhaldari Jacobsen, forvaltarin Nolsøe, læknin Nolsøe og Schrøter prestur.
Vágamenn høvdu stillað H.C. Müller upp, og faktor Joen Djonesen Nolsøe var uppstillaður av norðingum og eystringum.
Valdagin var í Havn bert úrslitið fyri Suðurstreymoy kent, og tað var ikki so hugaligt fyri Niels Winther, sum bert fekk 27 atkvøður. Fútin fekk 118, Müller 2 og Nolsøe onga.
Samlaða úrslitið kemur 9. juli, og tað vísir at Niels Winther er valdur við 428 atkvøðum, eftir hann kemur fútin við 408 atkvøðum. Valluttøkan var 969 ella 68%.
23.7 kom Neptunus úr Danmark. Millum ferðafólkini vóru “Niels Winther med sin Forlovede Nicoline Kjærgaard”.
3.9 fóru Niels Winther “som Folkethingsmand og Johan Weihe, kongsbonde fra Solmunde, som Landsthingmand” til Danmarkar.
1852
10.4 “kom Hector, med den kom Rigsdagsmændene Winther og Weihe”.
13.5 “udkom det første Blad, der nogensinde er trykt paa Færøerne, Færingetidende af N. Winther, koster 4 sk Stykket”.
16.7 var aftur fólkatingsval. Valevni vóru H.C Müller og N.C. Winther.
23.7. Ved sammentræden af de forskjellige Valgnævn, vistes det, at Examinatus juris Winter er valgt til Folkethingsmand for Færøerne med 93 Stemmer mere end min Fætter H.C. Müller.
12. 9 fara Winther og Weihe báðir niður aftur. Við á ferðini er “Jomfru N. Kjærgaard”.
11.11. I Efteraaret er N. Winther og Jomfru Kjergaard bleven gifte i Kjøbenhavn.
1853
Nú er aftur fólkatingsval í februar. Valevnini hesa ferð eru Niels Winter og prósturin Jørgensen. Úrslitið fyri hvørt valdømi var:
---
Valdømi Tils Jørgensen Winther
Norðoyggjar 90 6 84
Eysturoy 214 108 106
Suðurstreymoy 61 29 32
Norðstreymoy 99 17 82
Vágar 78 22 56
Sandoy 90 71 19
Suðuroy 164 55 109
Tilsamans 796 308 488
------
Hervið var Winther afturvaldur við 180 atkvøðum fleiri enn prósturin.
29.4. komu báðir ríkisdagsmenninir heim við Neptunus
27.7. fer Niels Winther niður aftur
8.9. endar løgtingssetan. Niels Winther hevur ikki møtt hesa setuna, tí hann var í Keypmannahavn.
1854
5.4. komu Niels Winther og konan við Havfruen.
30.8. fara tey avstað aftur við Hector.
1855
9.8. fer Niels Winther við Nordlyset niður sum fólkatingsmaður
1856
22.4. kom Niels Winther til Føroya við Havfruen.
Hetta ár leggur Niels Winther frá sær sum fólkatingsmaður, og í 1857 flutti hann Hjørring, har hann gjørdist blaðstjóri á Hjørring Amttidende. Hann doyði í 1892.
?