Níggju skip við svartkjafti seinastu tvær vikurnar

Hesa vikuna landa trý skip, og í síðstu viku vóru seks skip á Fuglafirði við svartkjafti

 

Sambært upplýsingum hjá Havsbrún landa trý skip í Fuglafirði hesa vikuna, og øll skipini hava svartkjaft.

 

Katrin Jóhanna hevur 1150 tons, Ango hevur 1630 tons, og Fagraberg hevur 2850 tons.

 

Í síðstu viku vóru eisini fleiri svartkjaftalandingar á virkinum í Fuglafirði. 

 

Skipini, sum landaðu svartkjaft í síðstu viku, vóru hesi: 

 

Christian í Grótinum 3500 tons, Katrin Jóhanna 1750, Ango 1600, Høgaberg 3100, Arctic Voyager 1950, og Birita hevði 1750 tons.