Konsertfelagið og Felagið Føroysk Tónaskøld samstarva um eina konsertferð við donsku strúkikvartettini The Nightingale String Quartet. Konsertskráin er:
Rued Langgaard, kvartett
Atli Petersen, kvartett no 2
Kristian Blak, kvartett no 5
Franz Schubert, kvartettin ?Deyðin og gentan?
The Nightingale String Quartet varð stovnað á heysti 2007 fyri lesandi á Kongaliga Tónleikaháskúlanum í Keypmannahavn. Tær fáa leiðbeining frá professaranum Tim Frederiksen.
Í apríl 2008 umboðaði the Nightingale String Quartet tað Kongaliga Musikkonservatoriið á Shanghai Conservatory í Kina. Hetta var á einari ?ceremonial concert?, sum varpar ljós á samstarvið millum hesi bæði konservatoriini.
Kvartettin vann fyrstu virðisløn í juni 2008 í einari kapping í kamartónleiki fyri konservatoriir á DR. Sjey manaðir seinni, eisini í samanspæli. Aðru virðisløn vann kvartettin á Danish National Radio Chamber Music Competition, hetta var bert 1-1/2 ár aftaná. The Nightingale String Quartet hevur luttikið í ?masterclasses? saman við limum úr The Alban Berg Quartet, Lydia Schulz, Roberto Diaz og György Kurtág.
Kvartettin hevur valt navn sítt við íblástri úr søguni hjá Hans Christian Andersen um ?The Little Nightingale?.
Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT) samstarvar við tónaskøld kring heimin. Soleiðis hava komponistarnir Atli K. Petersen og Kristian Blak skrivað kvartettverk við støði í Xhosa tónleiki ? Bow Music.
FFT varpaði ljós á Xhosa tónleikin í 2009. Felagið var við til at fyriskipa konsertferð við Suðurafrikanskum kvartettum sum spældu verkini hjá Atla og Kristiani. Konsertirnar vóru í Cape Town, Pretoria, Bloemfontain, Durban, Grahamstown ? ein konsertferð, sum í koyring var 4000 kilometrar lang.
The Nightingale String Quartet innspældu eina fløgu, sum Tutl gav út í 2010. Fløgan hevur fingið góða móðtøku bæði í Suðurafrika, USA, UK og aðrastaðni har, ið felagið hevur samband.
Konsettferðin 17.-19. februar í Føroyum verður:
Hóskvøld 17. februar
Konsert kl. 19.30
Norðurlandahúsið
Fríggjakvøld 18. februar
Konsert kl. 19.30
Ósaskúlin- Klaksvík
Leygardag 19. februar
Konsert kl 16.00
Gamli Skúlin - Sørvágur