Nógv bendir á, at Sauli Niinistö hevur teir bestu møguleikarnar at vinna forsetavalið í Finnlandi næsta ár. Í hvussu er vísti ein meiningakanning hjá kringvarpinum Yle nú um dagarnar, at 49 prosent av veljarunum ætlar sær at atkvøða fyri honum.
Niinistö, sum stillar upp fyri Sameiningarflokkin, er væl kendur í finskum politikki. Hann hevur verið ráðharri fleiri ferðir og eitt skifti var hann tingformaður.
Í meiningakanningini eru hini valevnini langt aftan fyri Niinistö, og tey liggja rættiliga jøvn. Paavo Väyrynen úr Miðflokkinum og Timo Soini úr flokkinum Sannir Finnar, fáa hvør síni 8 prosent. Valevnið hjá sosialdemokratunum, Paavo Lipponen, fær 7 prosent, og Pekka Haavisto, sum stillar upp fyri Tey Grønu, føær 6 prosent av atkvøðunum í kanningini hjá Yle.