Nikkidukkur og veikir stjórar kollsigldu Eik

BANKAKREPPA Eitt, sum hevur eyðkent Eik er, at vinnulívsmenn eru settir í leiðslu- og álitisstørv og at forstjórin misti tamarhaldið á teimum Hesir vinnulívsmenn hava eisini veitt lán til sítt egna virksemi og hava verið ógegnigir, sigur Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur

- Hvussu kann ein leiðsla uppá tvey, trý fólk átaka sær slíkar váðar, gera stór uppkeyp, gera íløgur í partabrøv av slíkum slagi og stødd, sum talan er um her, umframt at lokka íleggjar við stórum kapitalupphæddum, uttan at nakar er førir fyri at steðga teimum ella vísa á, at her er nakað heilt galið.
Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur og stjóri á Føroya Handilsskúla, sigur, at hetta er tann relevanti spurningurin, tá ið vit skulu royna at forklára hví Eik kom í fíggjarligt óføri.
Reidar Nónfjall heldur, at tað er ikki nakað skeivt í at taka á seg váðar í sambandi við vinnuligt virksemi.
- Tann, ið ikki tekur ein váða á seg, má eisini vænta lægri inntøkur og avlop.

Fekk merglop
Hann sigur, at tað eru ymisk viðurskifti, sum nú hava ført til, at Eik fór fyri bakka, líka frá leiðsluni til altjóða umstøðurnar.
Hann nevnir í fyrstu atløgu, at tað var í uppgangstíðum, at Eik var umlagdur til ein banka, sum síðan kundi vera við í vinnuligum útlánum og fyritakssemi.
- Henda umlegging, samantvinnað við kappingini um viðskiftafólk og marknaðarpart við BankNordik, hevur lagt trýst á leiðsluna um vøkstur.
- Síðani er tað blivið greitt, at vakstrar- og kappingarstrategi hjá Eik varð grundað í nøgd og sjónligheit, heldur enn dygdina í útlánunum og á skilagóð strategisk uppkeyp av útlendskum bankum.
- Leiðslan hevur ikki megnað at mett um útlánini og projektini í danska dótturfelagnum, áðrenn keypið og tí kom bankin at liggja innibrendur við virðisleysum projektum, sum hann setti pening í.
Hann leggur afturat, at fyri at gjøgnumføra ein skjótan vøkstur, verður vanliga farið undir at keypa og stovna íløgufeløg av ymiskum slag.
- Íløgufeløgini í Eik-samtakinum eru eisini fíggjarliga miseydnað, tað er Notio eitt dømi um, sigur Reidar Nónfjall.
Hann sigur, at við hesi vakstrar- og kappingarstrategi, fekk Eik volumusjúku ella merglop.
- Tað merkir, at leiðslan, uttan at vita tað sjálv, hevur niðurraðfest planlegging, stýring og eftirlit. Tá er skjótt, at ein leiðsla missur dømikraftina, er hon ikki nóg sterk og dugnalig.
Reidar Nónfjall sigur, at eitt, ið hevur eyðkent Eik er, at vinnulívsmenn eru settir í leiðslu- og álitisstørv og teimum misti forstjórin tamarhaldið á.
- Hesir vinnulívsmenn hava í veruleikanum eisini veitt lán til sítt egna virksemi og hava verið ógegnigir.
- Henda korrumperandi tilgongdin sæst aftur í gomlu nevndini í Fiskavirking við tað, at tey fólk, sum ganga aftur, eru øll úr Eysturoy og røkja aðrar netverkspostar.
- Núverandi formaður er eisini úr Eysturoynni, leggur hann afturat.

Nikkidukkur
Reidar Nónfjall staðfestir, at leiðslu- og organisatiónsbygnaðurin í Eik hevur í veruleikanum virkað so, at bankin hevur verið stjórastýrdur.
- Strategiska leiðsluuppgávan hjá nevndini, har ein uppgáva er at føra eftirlit við stjóranum, hevur als ikki virkað.
- Danir kalla slíkar nevndir “tantebestyrelser”. Á føroyskum kunnu vit kalla teir nikkudukkur.
- Nevndin hevur als ikki verið professionel. Formaðurin í Eik-nevndini hevur eisini verið nevndarformaður í Eik-grunnum og tað hevur ført við sær, at ørskapurin fekk frítt spæl, uttan nakað gjøgnumskygnið.
- Sjálvt um hesin kritikkur varð reistur herfyri, hevði tað onga ávirkan á formannin. Søgan hevur síðani víst, hví tað er, tí hann vildu sjálvandi verja fyri, at nakar sá inn í allar “kirkjugarðarnar” í samtakinum.
Nevndin hevur heldur ikki havt ein dominerandi partaeigaraskara, sum hevur sett krøv um, hvussu teirra kapitalur skal umsitast.
- Hetta helt eisini fram hóast tað, sum kundin virðismetir mest, er nettupp álit á leiðslu, starvsfólk og banka. Vit tosa her um at umsita pening, sum er sera viðkvæmt fyri øll, har kravið er tryggleiki og ábyrgd, men hetta er ikki eyðsýnt fyri leiðsluna í Eik.

Kundi bara ganga galið
Reidar Nónfjall sigur, at við einum veikum og ódugnaligum nevndarformanni, eini veikari og ódugnaligari dagligari leiðslu og pengaríkiligheit á fíggjarmarknaðinum, kann tað bara ganga galið, tá ið farið verður í holt við eina strategi, sum vil vøkstur á ókendum marknaðum.
- Leiðslan hevur als ikki havt nakrar strategiskar førleikar at reka virksemi í útlandinum ella á einum fremmandum marknaði og hevur ikki megnað at virka í slíkum umhvørvi. Leiðslan hevur ikki havt nøkur greið og effektiv modell at virka eftir og nú stendur partur av leiðsluni í danska dóttirfelagnum enntá fyri at verða meldað fyri sínar skilaleysu dispositiónir, sum hildu fram, sjálvt tá ið kreppa er íkomin.
Hann sigur, at tað tað er sumt, sum bendir á, at ovasta leiðslan við kostnaðarmiklum skeiðum og smartum leiðslufilosofium eisini hevur heilavaskað leiðslufólk og starvsfólk til ein felags rætning og gjørt tey ikki sjálvstøðugt hugsandi, men heldur blint og ókritiskt fingið tey at trúgva uppá stjørnuna.
- Samanumtikið muga vit staðfesta, at Eik-banki hevur havt eina stjørn og eina nevnd, sum als ikki hava havt tað undir húðini at reka bankavirksemi og heldur ikki megnaðu tað. Harafturat hevur leiðslan, akkurát sum onnur, sum vóru í búskaparveitsluni, eisini verið rakt av grammleika, býttheit og naivari trúgv uppá framtíðina, sigur Reidar Nónfjall.

Bensin á bálið
-Reidar Nónfjall heldur at tey, sum bagatellisera hesa kreppuna, stoyta bensin á bálið hjá politikarunum, tí so sleppa teir undan at seta neyðug tiltøk í verk.
Hann heldur eisini, at vit hava ikki lært nógv av kreppuni fyrst í nítiárunum.
- Støðan, sum samfelagið er í nú, er ikki heilt tann sama sum í fyrru kreppuni. Hesuferð er tað ikki alt bankakervið, sum er rakt og hvørki landskassin ella kommunurnar eru við at fara í heysin.
- Hinvegin er tað ein røð av trupulleikunum, sum endurtaka seg og sum vísa, at bæði politikarar, vinna og flestu borgararnir, púra hava gloymt kreppuna fyrst í nítiárunum.
- Tað er ikki bara altjóða kreppan, sum ger um seg í Føroyum hesuferð. Men kortini brúka fleiri framstandandi leiðarar hesa altjóða kreppuna sum ruskspann fyri vánaligari leiðslu og skeivum avgerðum seinastu árini.
- Hetta er eisini tað, sum gongur galið við politisku ráðgevingini, sum í løtuni er meira og minni tannleys, óálítandi og óbrúkilig, leggur hann afturat.
- Henda kreppan er kanska ikki so umfatandi, men hinvegin slepst heldur ikki undan, at stórur partur av kreppuni er sjálvskaptur og tað liggur ein røð av óloystum trupulleikum síðan fyrru kreppuna.
Hann hugsar í hesum sambandi um neyvari og strangari eftirlit við bankunum, men tað er ein danskur trupulleiki.
Hann hugsar eisini um neyvari og strangari eftirlit við kommununum, umframt at hann hugsar um fiskivinnabygnaðin, kommunusamanlegging, um at einskilja almennar fyritøkur og um samaleggingar í almennu umsitingini.
Og hann hugsar um ivamálið um Atlantsflog, sum er okkara motorvegur til útlandið.
- Jú, víst hava vit búskaparkreppu í landinum og hon er hóast alt so mikið umfatandi, at arbeiðsloysið er lufalsliga stórt, hallini á fíggjarlógini eru stór, ongar íløgur verða gjørdar, íverksetarí er uppsteðgað, ongar nýggjar vinnur síggja dagsins ljós, fiskivinnan á landi og á sjógvi gongur sera illa og tann eini stórbankin er farin á heysin.
- Tí tykist tað rættiliga arrogant og tápuligt at siga, at henda kreppa ikki minnir um fyrru kreppuna.
Hann vísir eisini á, at Fiskavirking er í eini skuldarfellu, nógv partfeløg verða avtikin og búskaparvøksturin er lítil.
- Tí fer kreppan, sum byrjaði í 2008, at halda fram og vit hava ikki sæð botnin enn. Vit eru farin frá, at bankarnir góvu risalán til at teir í dag ikki geva lán til ein tann einasta íverksetara.

Onki lært
Reidar Nónfjall heldur, at tað er ófatuligt, at ein banki kann føra seg sjálvan soleiðis fram, at eitt heilt samfelag og hundraðtals íleggjarar lata seg freista av lánum, til at keypa lánsfíggjað partabrøv og fylla innkeypskurvuna við háeksplosivum fíggjarligum produktum, sum tey als ikki kenna innihaldið av.
- Harafturat megnaðu bankin at gerast ársins virki á Vinnudegnum og stjórin, Marner Jacobsen, verður valdur til ársins leiðara í leiðaradegnum í Synergi.
- Føroyski hugburðurin sigur mær, at stillaðu stjórarnir nú upp til eitt stórt starv ella í politikki, høvdu teir fingið stóran samhuga og høvdu klárað seg heilt væl.
- Sjálvt løgmaður varð í Útvarpinum fyri tveimum árum síðani og rósti bankaleiðslunum í báðum bankunum fyri stóran dugnaskap.
- Men hvat kendi hann til innanhýsis virksemi í Eik at vera so góðtrúgvin í sínum útsøgnum, spyr Reidar Nónfjall.
Hann vísir eisini á, at tað hava verið nógvar røddir frammi, sum hava funnist at gongdini.
- Nógv fakfólk hava sanniliga verið forklók, og kunnu tí í dag ikki skuldsetast fyri bara at bakklók.
- Men almenningurin, politikarar og spekulantarnir hava verið samd um at niðurgera og tileinkisgera hesar kritisku røddir – eisini í dag í hesi kreppuni, vit nú eru í.

Ongin verja
Stjórin á Handilsskúlanum heldur eisini at tað er nakað sum bendir á, at eftirlitið við bankunum seinastu árini hevur hevur fylgt rákinum um, at marknarðarkreftirnar skulu nokk sjálvar skapa røttu javnvágirnar og um, at bankar kunnu gott vera profitsentur og átaka sær vinnuligan váða.
- Í nøkrum førum hevur hetta ført til kasinovirksemi og eydnuspæl av tí slagnum, sum leiðslan í Eik hevur fingist við.
Stjórin á Handilsskúlanum sigur, at ein stórur trupulleiki er vantandi brúkaravernd.
Hann hugsar um, at bankarnir sleppa ótarnaðir at ráðgeva viðskiftafólki, uttan at tey eru vard upp á nakran máta.
- Avleiðingin er, at í fleiri førum eru viðskiftafólk leidd í fíggjarligt óføri.
- Hetta er ein trupulleiki, sum ES nú hevur tikið upp.
- Ráðgevingin frá bankunum hevur meira mint um søluarbeiði til fyrimuns fyri bankan.
Hann sigur, at tí mugu viðskiftafólk hava í huga, at tey mugu sjálvi gera sær greitt, hvat tey vilja og hvat, tey góðtaka fyri at tryggja sín egnu fíggjarviðurskifti, ístaðin fyri at lata alt upp á hendurnar á einum bankaráðgevara, sum í veruleikanum er eitt sølufólk hjá bankanum.
Annars undrar tað Reidar Nónfjall hví Fíggjareftirlitið ger vart við seg so seint, sum í hesum.
- Endamálið við einum eftirliti má væl saktans verða at arbeiða fyribyrgjandi soleiðis at eftirlit ikki verður ein spurningurin um at staðfesta, at “sjúklingurin er deyður og at fyrireika jarðarferðina”.
Annars heldur hann, at fjølmiðlarnir hava svikið í ólukkumát, tí teir hava mest ført seg fram sum lýsarar fyri bankaleiðslurnar.

Ómøguligt at hava eitt føroyskt fíggjareftirlit
- Tað er ómøguligt at hava eitt vælvirkandi føroyskt fíggjareftirlit.
Spurningurin um at yvirtaka fíggjareftirlitið á føroyskar hendur, hevur annars verið nevndur fleiri ferðir
- Royndirnar vísa, at eftirlit virkar sera illa í okkara lítla samfelag. Og kemur nakað fram, fær tað ongar avleiðingar.
- Tað er so nógvur vina- og kenningarpolitikkur, at tað er rætt og slætt ómøguligt at hava eitt vælvirkandi fíggjareftirlit ella eina vælvirkandi rættarskipan í Føroyum.
- Og vit fáa heldur aldrin førleikar til tað og vit fáa heldur ikki ráð til slíkt eftirlitsvirksemi, heldur hann.
Annars hevur landsstýrið gramt seg um manglandi kunning úr Danmark?
- Hvør skuldi so leikluturin hjá landsstýrinum verið, og hvørji stýringaramboð skuldi tað brúkt, hóast tað hevði fingið skjóta og effektiva kunning spyr hann.
Hann heldur eisini, at tað er torført at siga, um landsstýrið átti at bjarga Eik, ella ikki og, hvørjir fyrimunirnir og vansarnir eru.
Hinvegin staðfestir hann, at landsstýrið hevur ongan vinnupolitikk um at hava greiðan skilnað ímillum alment og vinnuligt virksemi. Tí setti landsstýrið pening í Smyril Line.
- Hinvegin er ein bankabjarging heilt onnur støða tí tað kann hava við sær nógv álvarsligari og umfatandi avleiðingar enn, um Smyril Line fer á heysin.
Annars heldur hann, at tað var rætt at landsstýrið setti sum treyt fyri at seta pening í Eik, at danski dótturbankin skuldi skiljast frá.
- Tann avgerðin var politiskt eisini løtt, tí bankin er jú eisini tryggjaður í Finansiel Stabilitet.
Kortini roknar hann við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum noyðist at fylgja væl við gongdini fyri onkursvegna at ávirka ella taka lut í einari politiskari tilgongd, sum skapar tryggleika fyri privatu viðskiftafólkunum og vinnulívskundunum hjá bankanum í Føroyum.

Avkast til grammar partaeigarar
Nógvir politikarar hava funnist hvassliga at bankunum fyri at okra við rentum og ómaksgjøldum.
Reidar Nónfjall heldur, at tað er ringt at siga nakað ítøkiligt um.
Kortini finst hann at, at tað er sera torført at gjøgnumskoða bankavirksemið.
- Verður hugt í ein bankaroknskap er torført at síggja, hvaðani inntøkur bankans í høvuðsheitum stava frá og, hvussu útlánini er býtt sundur ímillum teir ymsu økini og tær ymsu vinnugreinarnar.
- Tí ber heldur ikki til hjá uttanfyri standandi at meta um, antin pláss er fyri einum rationellari rakstri og lægri rentu.
Hann sigur, at bankarnir eru eisini í eina støðu, har teir skulu geva avkast og vinningsbýti til nakrar grammar partaeigarar og tí má leiðslan halda fast um ein høgan rentumarginal.
- Kanska eiga føroyskir bankar at verða tiknir av virðisbrævamarknaðinum. Hetta er akkurát rætta løtan til tað.
- Ein annar møguleiki er at skerja teir frá frá øllum íløgum í partabrøv og annað virksemi, har vágin er stórur.
Stjórin í Handilsskúlanum heldur somuleiðis, at tað er ikki lætt at áseta stjóralønirnar, tí ofta verða gavtalur gjørdar um bonus sum eina eyka løn av einum avlopi, oman á grundlønina.
Men hann heldur, at í veruleikanum eru slíkar skipanir “lívshættisligar”, tí tær leggja upp til, at leiðslan alla tíðina arbeiðir stuttsiktað og roynir hvørt einstakt ár at skapa so stórt avlop sum gjørligt.
- Ein stjóri kann sostatt fáa stór bonus fyri ikki at gera nakað strategiskt, ella ikki seta neyðugan pening av til menning og inntøkuvøkstur. Í longdini verða avleiðingar, at bankin tapir kappingina og kemur í stórar trupulleikar.
- Tí má eitt avlop altíð setast upp ímóti ella avstemmast við nakrar undirliggjandi faktorar í virkseminum, sigur Reidar Nónfjall.

Fáorðaðir
Atfinningarnar hjá Reidar Nónfjall eru lagdar fyri fyrrvernandi stjórarnar og fyrrverandi nevndarformannin í Eik.
Men Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri og Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformaður, hava ikki viljað gjørt viðmerkingar.
Tann einasti, sum hevur latið við seg koma, er Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri. Hann vil ikki fara í dýpdina við atfinningunum frá handisskúlastjórunum, men annars sigur hann:
Hatta er sjónarmið, sum eg fyrisovítt kann skilja og eisini havi virðing fyri, hóast tey ikki kunnu sigast at úttrykkja virðing fyri stjórn og leiðslu Eik. Tað er sjálvsagt heldur ikki lætt at varðveita, tá bankin er farin fallitt - og tað jú stjórn og leiðsla sum hava ábyrgdina av bankanum! Reidar kann ikki vita, hvat er gingið fyri seg í nevndarhølinum, men eftir míni meining hevur verið arbeitt seriøst.

Eg vil tó skoyta tvey ting uppí. Eik er ikki einsamallur um at vera komin í trupulleikar. Vit eru partur av einari heimsumfatandi fíggjarkreppu! Tað er ikki ein umbering, men ein sannroynd.
Hartil liggur tað mær nógv á sinni at sláa fast, at vit halda okkum hava ein vælriknan banka í Føroyum við sera dugnaligum starvsfólk, sum onga ábyrgd hava av teimum avgerðum, ið stjórn og nevnd hava tikið, og sum hava givið bankanum trupulleikar! Nýggju eigararnir av Eik virkseminum kunnu gleða seg til hesi starvsfólk!"