Leygardagin 6. oktober gjørdist føroyska Nikoba í Gong saman við donsku Stine Højager Nielsen danmarksmeistari í tvískullara á 1500m fyri junior U17 gentur. Talan er um eina grein í rógving, har tvey rógva saman.
Tær báðar róðu fyri Holstebro Roklub, sum Nikoba er knýtt at, nú hon er niðri á eftirskúla.
Nikoba í Gong er ikki ókend í róðrarverðini. Hon hevur róð kapp, frá tí hon byrjaði í barnaróðri, og í ár varð hon føroyameistari við Tambar.
Í 2016, 2017 og 2018 hevur hon vunnið FM í sínum aldursbólki í innandura rógving. Í 2017 vann hon silvur í DM gentur U15. Í 2018 vann hon gull í DM gentur U16, og nú hevur hon aftur gjørt um seg í nýggjari grein.
Tí hóast hon er roynd í rógving, er rógving í tvískullara púra nýtt fyri hana. So ikki kann sigast annað enn, at hon eisini har hevur klárað seg væl beinanvegin.