Nikolaj heldur við Føroyum

Hann væntar tó, at Portugal vinnur 2-0

Tað eydnaðist Nikolaj Jensen at fáa eitt atgongumerki til dystin. Ein kvinna, sum hevði vunnið tvey atgongumerki í Facebook-kappingini hjá Koba & Vatnhamar, gav honum og mammuni atgongumerkini.

 

Nú sita hann og mamman klár á Tórsvølli. Tey hava fingið sær pylsu og sodavatn og gleða seg til dysturin fer í gongd.

 

- Eg haldi við Føroyum, men eg vænti, at Portugal vinna 2-0. Cristiano Ronaldo fer at skora. Og kanska Renato Sanchez eisini, sigur Nikolaj Jensen.

 

- Tit skulu vera glaðir fyri, at Nani ikki er við, tí hann hevði allarhelst skorað eisini, sigur Nikolaj Jensen.

 

Mamman, Fiola Stecher, er ovurfegin um, at tað eydnaðist teimum at fáa atgongumerki.

- Vit eru ongantíð heppin, men hesaferð eydnaðist tað við lít, sigur hon. Umframt atgongumerkini fekk hon eisini eina føroyska landsliðsblusu.

 

- Nú gleða vit okkum til dystin, sigur hon.

 

Aftur í dag hava tey roynt at givið Ronaldo gávuna til sonin, men heldur ikki í dag hevur tað eydnast.

- Alt er avbyrgt, so vit sleppa ikki fram at, og kunnu ikki leggja hana eftir í móttøkuni á hotellinum. Vit royna aftur í morgin. Eydnast tað ikki tá, so geva vit Barnaheiminum eskjuna, sigur Fiola Stecher.