Nikolaj sleppur at síggja dystin

Fyrrapartin eydnaðist tað Nikolaj Jensen at fáa tvey atgongumerki til dystin millum Føroyar og Portugal.

Í gjárkvøldið møtti in.fo Nikolaj Jensen, lítlabeiggjanum og mammuni uttan fyri Tórsvøll. Nikolaj Jensen hevði ein stóran lego-pakka, sum hann vildi geva soni Ronaldo.

 

Lítla familjan var komin úr Danmark til dystin, tað var føðingardagsgávan hjá níggju ára gamla Nikolaj, men høvdu enn eingi atgongumerki til dystin.

 

Søgan elvdi til eitt sindur av kjakið á sosialu miðlunum, men onkur royndi at gera sítt til at útvega dreinginum atgongumerki.

 

Seint í gjárkvøldið setti ein persónur seg í samband við Miðlahúsið, tí viðkomandi vildi setast í samband við Nikolaj Jensen. Tað eydnaðist so fyrrapartin. 

 

Tað vísir seg, at ein, sum vann nøkur atgongumerki frá sendingini Koba & Vatnhamar, fegin vildi burturluta atgongumerkini til unga danan.

 

Nikolaj Jensen sleppur tí á Tórsvøll í kvøld.