Í dag fyllir danski filmsleikstjórin, Nils Malmros, 70 ár. Í Føroyum er hann serliga kendur fyri filmatiseringina av skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, Barbara.
Nils Malmros er útbúgving lækni og er sjálvlærdu filmsleikstjóri. Hann er sonur Richard Malmros, sum eisini var lækni og professari í neurokirurgi á Århus Universiteti. Mamman var cand.mag. av útbúgving.
Tað sigst um Nils Malmros, at hann altíð hevur verið kreativur og eldhugaður og lat seg inspirera av umhvørvinum at gera smáar sjónleikir.
Nils Malros fekk medisinskt embætisprógv í 1987 eftir 23 ára lestur.
Í lestrartíðini gekk Nils Malmros nógv í biograf. Serlga filmurin hjá Francçois Truffauts, Jules et Jim, ávirkaði hann. Nils Malmros sá hendan filmin fleiri ferðir og mátti sjálvandi gera sína egnu útgávu av filminum.
Filmurin »At kende sandheden«, sum er tikin upp í svørt/hvítum, sigur søguna um pápa Malmros, Richard. Hann kom úr fátækum korum og gjørdist yvirlækni og neurokirurgur á Århus Kommunuhospitali. Her var hann viðtil at nýta radioaktiva kontrastevnið, thorotrast, sum nógv ár seinni vísti seg at vera krabbameinselvandi. Í sambandi við filmin gav Nils Malmros, saman við medhøvundanum, John Mogensen, bókina »At kenda Sandheden«. Ein bók um filmar og manuskript hjá Nils Malmros
Nils Malmros hevur gjørt 11 filmar, sum allir, uttan Barbara, taka støði í egna lívi hansara. Seinasti filmur hansara var Sorg og Glæde, sum varð frumsýndur í fjør. Hesin filmur er um persónliga sorgarleikin hjá Nils Malmros og konuni, Mariannu Tromholt, sum í eini psykosu drap níggju mánaðir gomlu dóttir teirra í 1984.
Filmirnir hjá Nils Malmros eru hesi:
• 1968 – En mærkelig kærlighed
• 1973 – Lars-Ole 5.c
• 1977 – Drenge
• 1981 – Kundskabens træ
• 1983 – Skønheden og udyret
• 1989 – Århus by Night
• 1992 – Kærlighedens smerte
• 1997 – Barbara
• 2002 – At kende sandheden
• 2009 – Kærestesorger
• 2013 – Sorg og Glæde
Og í 1978 gjørdi hann eisini stuttfilmin Kammesjukjul.
Filmar hjá Nils Malmros hava tríggar ferðir verið nomineraðir til Guldbjørnen á filmfestivalinum í Berlin. Tríggjar ferðir hevur hann vunnið Robert-virðislønir og fýra ferðir Bodil-virðislønir fyri besta danska film.
»Kundskabens træ« hevur verið vístur á filmsfestivalinum í Cannes, fingið Gjert Baardsen-virðisløn í Osla og Filmlinse í Lübeck. Hann fekk í 2005 heiðurslønina hjá Copenhagen International Film Festivals, »Den gyldne svane« fyri samlaðu verkini, sum tá vóru níggir filmar. Í 2006 fekk hann Nordisk Films hæderspris upp á 100.000 krónur fyri samlaðu verkini í sambandi við 100 ára haldið hjá Nordisk Film.
Í 2010 fekk hann Carl Th. Dreyer virðislønina upp á 50.000 krónur fyri »en fremragende kunstnerisk indsats«.
TRÝST HER fyri lesa grein úr Sosialinum 2. august í 2013 í sambandi við filmin »Sorg og glæde«.