NM byrjar í dag

Í dag byrjar NM í talvi fyri ung, sum hesuferð verður telvað í Vasterås í Svøríki. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum og klárt er at byrja NM-orrustuna 2010. Í kappingini um Norðurlendsku meistaraheitini, luttaka 10 ungdómar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Íslandi, Finlandi og Noregi. Kappast verður í 5 aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Føroysku umboðini í kappingini eru Rógvi Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Margar Berg, Tórshavn, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (FM), Tórshavn, Karl Marius Dahl, Kollafjørður, Einar Gregersen (FM) og Heðin Gregersen, brøður úr Klaksvík, Høgni Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Aldred Olsen, Vestmanna, Eli W. Finnsson, (FM), Tórshavn, Janus Skaale, Klaksvík