NM U17: Føroyar – Finnland 0-0 (Liðugt) Javnleikur við 10 monnum

Føroyska U17 spældi ein góðan dyst í vindinum á niðaravølli í Gundadali móti Finnlandi. Í fyrra hálvleiki hevði Finnland vindin undan og hevði ein risa møguleika, men Elias Rasmussen stórbjargaði. Í seinna hálvleiki Føroyar í løtum omaná og tríggjar ferðir høvdu vit stórar møguelikar.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk føroyska liðið ein mann útvístan. Absalon Eliasen fekk sítt seinna gula kort. Dysturin var á ongan hátt hart spældur og taå var næstan flott at dómarin kláraði at reka ein mann av vøllinum. Føroyska liðið fall ikki í fátt og kempaði víðari. Tvær ferðir er um reppið at føroyska liðið leggur seg á odda, tá ávíkavist John Frederiksen og Jóhannus Bjartalíð verða spældir leysir, men inn vil bólturin ikki.

 

Føroyska U17 landsliðið hevur spælt tríggjar góðar og javnar dystir í hesi NM kappingini. Hetta er fyrsta stigið, sum er komi til høldar og endar føroyska liðið aftast í bólkinum.

 

80+3.min Dómarin bríkslar fyri seinastu ferð og Føroyar hava fingið sítt fyrsta stig í NM kappingini.

80+1.min Dómairn hevur lagt tríggjar minuttir afturat. Innskifti Jóannes Bjartalíð hevur stóran møguleika, men finski málverjin klárar akkurát at verja fyri

79.min Jóannes Bjartalíð kemur inn fyri Jógvan á Lag Jacobsen

76.min Føroyar skiftir út. Meinhard Olsen, sum hevur verið raskur allan dystin, kemur út. Inn kemur Jóhannus Hansen

75.min Finnland hevur bóltin, men føroyska liðið hóttir í mótálopi

71.min Jógvan á Lag Jacobsen skjýtur eftir horna, men málmaðurin bjargar.

68.min Gult kort til Betuel Heinesen

62.min John Frederiksen fer út og inn kemur Steintór Fagradal

61.min John Frederiksen verður sendur avstað móti málinum, men megnar ikki at beina bóltin í málið. Størsti føroyski málmøgulekin í dystinum

57.min Finnland hevur gott innlegg úr høgru, men stútari endar omanfyri málið

54.min Føroyska liðið hevur umskipa seg soleiðis at Jákup F. Hansen nú er farin á vinstra bakk fyri útvísta Absalon Eliasen

50.min Absalon Eliasen fær sítt seinna gula kort. Talan er um eitt bílligt gult kort, sum dómarin ikki var tvingaður at geva. Tíverri, so var hann sera glaður fyri at sleppa at vísa sítt gula kort

48.min Gott føroyskt spæl endar við at Jógvan á Lag Jacobsen leggur innfyri úr høgru, men finska verjan verjur fyri, tá okkara skjóta

45.min Elias Rasmussen bjargar aftur, tá finnlendingur blívur leysur í okkara brotsteigi

43.min Føroyska landsliðið hevur onga útskifting gjørt, meðan Finnland hevur skift út tríggjar ferðir í hálvleikinum. Føroyska liðið hevur vindin undan

 

Hálvleikur Føroyska liðið hevur ikki staðið nógv aftanfyri finska mótstøðuliðið og tað í nógvum mótvindi. Finnland hevur havt størsta møguleikan, tá ein finskur framherji gjørdist púra leysur, men Elias Rasmussen í málinum stórbjargaði. Føroyska liðið fær nú vindin undan í seinna hálvleiki, men tað nýtist ikki bara verða ein fyrimunur. Finska liðið hevur fleiri ferðir roynt at spælt bóltin gjøgnum føroysku verjuna, men ein blanding av óneyvleika og nógva vindinum hevur gjørt at bólturin er farin um baklinjuna.

 

40.minFøroyska liðið hevur havt upptakt til einar tveir møguleikar móti endanum av fyrra hálvleiki, men seinasta avleveringin er ikki komin fram

35.minElias Rasmussen stórbjargar í føroyska málinum, tá finnlendingur gerst púra leysur

32.min Absalon Eliasen og ein finni fingu hvørsítt gult kort eftir samanbrest mitt á vøllinum

26.min Hákun Edmundsson fær gult kort

25.min Føroyski málmaðurin er um at blíva snýttur av nógva vindinum, men fær vippað innleggið uppum

20.min Finnland heldur fram at trýst undan vindinum, men føroyska verjan stendur sterk

12.minFøroyar hevur vindin ímóti í fyrra hálvleiki og eftir eina fína byrjan hevur Finnland tikið yvir eina løtu

3.min Føroyar hevur fyrsta málmøguleikan, men finska verjan fær ruddað vekk inni í fimm metrinum

 

Føroyar – Finnland 0-0 (Liðugt)

 

Føroyar U17: 4-1-4-1

Elias Rasmussen - Benjamin Heinesen, Leivur Højgaard, Dánjal Godtfred, Absalon Eliasen - Jákup F. Hansen - Jógvan A. á Lag Jacobsen, Betuel Hansen, Hákun Edmundsson,, Meinhard Olsen - John Frederiksen

 

Á bonkinum:

Jóannes Bjartalíð, Aron Clementsen, Steintór Fagradal, Jóhannus Hansen, Emil R. Madsen, Dan í Soylu og Levi Jøkladal

 

Bólkur A:

 

1. Ongland 7 stig

2. Noreg 5 stig

3. Finnland 2 stig

4. Føroyar U17 1 stig

 

Føroyar U17 – Finnland 0-0

Ongland – Noreg 0-0