Nøkur smámál hjá politinum í gjár

Ein varð vístur burtur frá økinum hjá Summar Festivalinum, og tveir bilførarar koyrdu við kenning.

Summar Festivalurin í Klaksvík er í gongd, og tað merkist eisini hjá politinum í dag. Ein av festivalgestunum kom upp at skeldast við vaktirnar við inngongdina. Hann var ólátaður og bleiv vístur av økinum. Viðkomandi fekk bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí tá hann bleiv vístur út, vildi hann ikki góðtaka tað. Politiið kom upp í leikin.

 

Annars var eitt mál eisini um ein persón, ið varð tikin við rúsevni uppi á sær. Viðkomandi fær eina bót.

 

Til ein festival í Havn í summar var tað ein, sum klagaði um for harðan tónleik - og tað hendi aftur nú á Summar Festivalinum í Klaksvík. Onkur ringdi fyri at klaga um, at tónleikur var for harður onkrastaðni. Men politiið ger einki við hetta.

 

Eisini vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í ávikavist Norðragøtu og Gøtugjógv.