Onki stig, er afturstig

Føroyar hava runnið seg fastar sum tjóð. At Føroyar ikki eru egin tjóð eigur at hoyra søguni til, og nú er neyðugt, at vit skipa okkum av nýggjum.

Tað hevur leingið verið eyðsýnt fyri fólk flest, at okkara ríkisrættarliga støða hevur verið og er framhaldandi ein forðing fyri framgongd á fleiri týðandi mótum.

 

Okkara vantandi førleiki at røkja sambond við onnur lond á fullgóðan hátt, og manglandi heimild at luttaka og umboða okkum sjálvi í altjóða- og millumtjóða felagsskapum, hevur darvað menningini av føroyska samfelagnum meira, enn hvat vit geva okkum far um. Og nú eru vit komin at mørkum.

 

Komandi tíðin fer at vera merkt av stórari óvissu. Onkur kundi freistast til at hildið, at vit júst av hesi orsøk onki skulu gera. ”Best mann vera, sum er”.

 

Men tað er júst hendan óvissan, sum krevur at Føroyar hevur rásarúm at virka á altjóða pallinum. At gera viðkomandi avtalur, at stovna gagnlig samstørv og at seta kósina fyri okkara land, eftir okkara fortreytum, ið einum meira óstøðugum heimi.

 

Tað er avgerandi, at ræði – suveræniteturin – liggur í Føroyum, og onga aðrastaðni. Hetta er tað sum allar aðrar tjóðir njóta gott av, og taka sum givið. Tað er somuleiðis okkara besta og einasta atgongumerki til at vera javnsett. Vit kunnu tá velja sum fólk at lata ein part av valdinum til onnur at umsita. Men hava vit ikki ræðisrættin, hava vit í grundini onki, tí tá er tað latið okkum frá øðrum.

 

Fyri at Føroya fólk kann seta kósina fyri okkara lítlu tjóð, er ræðisrætturin tískil avgerandi.

 

Hetta útilokar tó ikki, at vit í framtíðini velja samstarv við Danmark innan økir, ið kunnu metast at vera til gagns fyri báðar partar.

 

Men okkara tørvur á at knýta handilssambond fyri at fjøltátta og vaksa okkara búskap, at gera sáttmálar um verju og trygd við okkara sameindu, og at umboða okkum sjálvi sum sjálvstøðugur limur í altjóða samfelagnum, er ov stórur til at vit sita hendur í favn og bíða, til okkurt alternativ verður borðreitt fyri okkum.

 

Vit mugu stinga út í kortið, rætta kumpassina og vísa vegin.

 

Eg vóni, at tað verður eitt gevandi orðaskifti millum politisku flokkarnar um, hvør leiðin skal verða.

 

Sjálvur droymi eg um eina sjálvstøðuga tjóð, ið stendur á egnum beinum – ikki við at avbyrgja seg, men við at virka við altjóða útsýni og einum opnum og framkomnum búskapi. Eitt framkomið oyggjaland fær ikki gjørt tað øðrvísi.

 

Fíggjarliga mugu vit ikki dúva uppá olmussu frá øðrum tjóðum – avleiðingin av hesum er ein politisk óbúgvin skipan.

 

Harnæst mugu vit endaliga yvirtaka grundleggjandi samfelagsstovnar. Løgregla og dómsvald eru ein grundleggjandi partur av einum samfelag og politiskari skipan, og tí mugu slíkir stovnar verða rótfestir og fáa heimild frá tí skipan, teir virka undir, og útfrá.

 

Ein tjóðarsemja kundi rokkið nøkur av hesum aðalmálum, tó at eg vóni at vit klára bæði hetta og meira afturat.

 

Tað kundi eisini verið meira skrivað í hesum umfarið, men eg troysti meg við, at kjakið er ikki endað, men júst byrjað.

 

Hvussu er og ikki, so er hetta púra greitt: ”onki stig, er afturstig”.

 

 

 

Bjarni Kárason Petersen

Landsstýrismaður í lógarmálum