Nógv á skránni í Runavík í kvøld

Hæddarpunktið í Runavík í kvøld verður útgávukonsertin hjá Týr, sum byrjar í Løkshøll klokkan 22.

Nú mentanarvika er í Runavíkarøkinum hesa vikuna, verður í kvøld skipað fyri tiltakinum, tey rópa Trumfa.

 

Hetta er, sum fyrireikararnir siga, eitt kvøld við lívligari mentan og litríkari list og tað, sum fer at seta sín serliga dám á hetta kvøldið, er, at fleiri handlar í Runavíkar-økinum fara at hava opið heilt til á midnátt.

 

Men, handlarnir fara ikki bara at hava leingi opið. Teir fara eisini at hava nógv góð og forvitnislig tilboð - og tímatilboð, sum tey rópa tað.

 

Ein serstøk skrá er løgd fyri júst hetta kvøldið, sum byrjar nú klokkan 16 við, at Sjókafé'in letur upp við leskiligari matarskrá.

 

Her verður eisini fiskamarknaður í mentanartjaldinum á Glyvrum - og áhugavert bókmentakvøld við forlagnum Vencil á Bókasavninum við Løkin.

 

Í kvøld verða eisini listaframsýningar, fyrilestrar, mótasýning, live-tónleikur og føroyskur dansur.

 

Hæddarpunktið í kvøld verður útgávukonsertin hjá bólkinum Týr, sum byrjar í Løkshøll klokkan 22. 

 

Skráin fyri mentanarvikuna kann síggjast á www.mentanarvikan.fo