Nógv álvarsmál reist í ÚF-sending

Sendinginum í ÚF týskvøldið Føroyar í dag reisti nógvar álvarsspurningar. Eitt nú hvat hendir, um rentan bráddliga hækkar.

NÓGVIR stórir og viðkomandi spurningar vórðu reistir í ÚF-sendingini ?Føroyar í dag? týskvøldið. Útvarpsmaðurin fekk við hepnari hond tveir týðandi persónar í føroyska samfelagnum at gera viðmerkingar til fleiri stór og álvarslig samfelagsmál.


GESTIRNIR í útvarpstovuni vóru landsbankastjórin og føroyski stjórin í Føroya Banka. Spurningarnir viðgjørdir vórðu snúðu seg um landskassaskuldina, almenna stuðulin til vinnulívið, manglandi íløguhugin hjá vinnulívinum, sethúsaskuld, rentuna og mangt annað.


NÓGVIR spurningar vórðu reistir og eisini fleiri svar givin. Men tað góða við slíkari sending er, at tað her varð ruddað slóð fyri einum uppfylgjandi orðaskifti - har til ber at koma við uppaftur fleiri svarum.


EIN niðurstøða tú kundi gera tær av sendingini, um hetta verður tengt saman við aktuellu støðuni hjá høvuðsvinnu okkara í dag, er tann, at tað er okkurt sum bendir á, at vit aftur eru við at nærkast eini ella aðrari landsumfatandi kreppu. Hetta søgdu bankastjórarnir ikki beinleiðis, men tað er klárt, at hetta stendur eftir sum ein ósvaraður spurningur: er føroyska samfelagið aftur ávegis móti eini álvarsligari kreppu!!!


LATIÐ okkum bara ímynda okkum, at rentan bráddliga hækkar. Tað fer at hava somu avleiðing sum ein melduródn, ið bráddliga tekur seg um og har eingin hevur gjørt nakað fyri at minka um møguligu skaðarnar. Ein munandi rentuhækking fer at hava kollveltandi fylgjur fyri okkum øll. Hetta fer at tyngja landskassan , sum so aftur verður noyddur at fara út til fólk eftir meiri skatti. Tá tey fyrstu skulu til at gjalda meira fyri sethúslánini megna tey ikki eisini at gjalda hægri skatt. Hetta verður skrúvan uttan enda. Íløgur verður æikki hugsingur um at gera, og enn minni umvælingar av øllum tí, sum hevur umvælingar og viðlíkahald fyri neyðugi tað verið seg innan vinnulívið, skúlaverkið, heilsuverkið osfr.


HIN stóri spurningurin er stuðulin til vinnuna. Báðir bankamenninir mæltu til at kappa á stokkinum tvs. at steðga øllum almennum stuðuli til vinnulívið. Áhugavert kundi verið at fylgt hesum upp og spurt tey ymisku, hvørja avleiðing hetta vildi fingið. Hóast tað í prinsippinum er rætt at lata vinnulívið klára seg, so slepst ikki burtur, at tað hevur verið tradión at stuðla. Tað er líkasum, at stuðulin er partur einum og hvørjum vinnutiltaki. Verður kappað á stokkinum fær hetta álvarsligar avleiðingar. Eru politikararnir til reiðar at taka tær.


EFTIR sendingina spyr tú teg sjálvan, hvat landsins hægstu politikarar eitt nú fíggjarmálaráðharrin munnu hugsa. Hví hevur hesin maður, sum sigur seg umboða ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk einki sett av til at niðurgjalda skuld við. Er tað ikki nettup hetta, sum hansara flokkur annars vil taka patent uppá!