Í gjár vórðu í minsta lagi 25 fólk dripin og 77 særd í nýggjum ísraelskum álopum í Gazageiranum, hóast vápnahvíldina.
Tað siga heilsumyndugleikarnir í økinum.
Sagt verður, at 12 fólk vórðu dripin í álopum á Gazabý, harav 10 í Zeitoun-økinum og tvey í forstaðnum, Shejaia.
Sambært heilsumyndugleikunum í Gazageiranum vórðu 13 palestinar dripnir í álopum á Khan Younis-økið har suðuri í Gazageiranum.
Eygnavitnir siga, at fleiri av ísraelsku álopunum vórðu vend móti bygningum, sum hýsa fólki, ið eru flýdd undan álopunum.
Í gjár váttaði ísraelski herurin (IDF), at fleiri álop vórðu framd í Gazageiranum í gjár.
- Fleiri yvirgangsfólk lupu á IDF-ferfólk, sum arbeiddu í Khan Younis, og hetta var brot á vápnahvíldina. Okkara svar var, at vit byrjaðu at leypa á yvirgangsmál í øllum Gazageiranum.
Sambært ísraelska herinum byrjaðu palestinar at fara um sonevndu "gulu linjuna" og taka seg inn í partar av Gazageiranum, sum ísraelski herurin hevur ræðið á.
Men, heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum vísa hesum aftur, og eygnavitni og palestinskir miðlar halda fast um, at ísraelsku álopini vóru uttanfyri "gulu linjuna".
Ísrael hevur framt eina røð av álopum í Gazageiranum, síðan vápnahvíldaravtaluna við Hamas, sum kom í gildil hin 10. oktober.
Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum eru næstan 300 fólk dripin í ísraelskum álopum og fleiri hundrað eru særd síðan vápnahvíldina.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga.











