- Neystið í Buð í Leirvík verður nú fyribils stongt.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
- Í neystinum í Buð er alment baðirúm og vesi. Hetta tilboðið hevur verið væl brúkt, eitt nú av teimum, ið dyppa í Leirvík, umframt øðrum, ið vitja á sandinum.
Men, í eina tíð hava fleiri tilburðir av herverki verið inni í neystinum.
- Ristir og vesikummur hava verið tipt, vesipappír er brent inni á vesinum og ymiskt annað.
Hetta hevur tíverri við sær, siga tey í Eysturkommunu í dag, at neystið verður stongt frá í dag, 20. november.
- Boðað verður frá, tá neystið verður opið fyri almenninginum aftur, verður lagt aftrat.










