Nógv fleiri útlendsk ferðafólk í Føroyum nú enn áður

Samstundis ferðast føroyingr ikki líka nógv í egnum landi sum teir hava gjørt

Í september vóru slakar 23.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Gista 10 fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur. Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at sostatt vóru einar 200 gistinætur færri í september í ár enn tað vóru í sama mánað í fjør. Nógv tær flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í september vóru sløk 90 prosent av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er á leið sama býti sum í september í fjør.

 

Tá koronufarsóttin herjaði, vóru útlendsku ferðafólkini nógv færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum.  Í september í ár áttu danir 36 prosent av gistináttunum, og talið av gistináttunum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum, er komið upp á 48 prosent. Hinvegin áttu føroyingar 16 prosent av gistináttunum.

 

Færri føroyingar og danir gistu á føroysku gistingarhúsunum í september borið saman við í fjør. Hinvegin vóru stívliga 30 prosent fleiri útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark.

 

##med2##