Nógv fólk lurtaði eftir Severin

Umleið trý hundrað fólk høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið seinnapartin leygardagin tá Tim Severin helt fyrilestur um ferðirnar til Spice Island og um Stillahavið

Seinnapartin leygardagin helt Tim Severin fyrilestur í Norðurlandahúsinum.

Fyrilesturin var um tær báðar seinastu ferðirnar hann hevur gjørt »The Spice Island Voyage« og »China Voyage«.

Fyrilesturin var skipaður sum ein ljósmyndarøð og væl dugir hann at greiða frá tí, teimum vóru fyri á ferðini.

Tí hóast á enskum, so dugdi hann so sera væl at siga frá á einum greiðum og lættskiljandi máli.


Vøkur framsýning

Í sambandi við fyrilesturin varð eisini skipað fyri eini listaframsýning við myndum og málningum gjørdir av Leonard Sheil, Joe Beynon og okkara egna Trónda Paturssyni.

Og tað var ein sera vøkur framsýning. Tað var eisini sera áhugavert at síggja hvat teir tríggir listamenninir høvdu fingið burturúr ferðunum.

Orsøkin til at Tim Severin hevur listamenn við á ferðini er, at hann brúkar myndir og tekningar teirra í bókum sínum.

Tróndur Patursson hevur gjørt tekningar til fleiri bøkur, men hóast hann var við á ferðini til Spice Island, vórðu myndir hansara ikki nýttar.

Orsøkin til hetta var, at Tróndur ikki var við frá byrjan, og sjálvur helt hann tað vera betri, at tað var ein heild í tekningunum, og tí tók hann tær aftur.


Hugtikin av Tróndi

Tey sum hoyrdu fyrilesturin leygardagin skiltu, at Severin dámar væl Trónd Patursson.

Hann er frábera góður listamaður, og so er hann eisini góður sjómaður, segði Severin.

? Tá ið Tróndur kom umborð, tá vistu vit, at nú fingu vit aftur fisk, segði hann.

Severin var bergtikin av hvussu væl tað lá fyri hjá hesum manni at fáa fatur á mati til manningina.

Einaferð fekk hann fatur á einum hávi.

Stutta tíð eftir tað møttu teir einum japanskum patruljubáti, sum beyð teimum eitt sindur av fiski, men sum Severin tók til:

? Hann var lítil og ljótur at síggja til, so vit søgdu nei takk. Japanararnir komu nærri, og royndu enn einaferð. Tá fór Tróndur eftir hávinum, og vísti teimum hvat vit áttu. Tá skiltu teir og fóru.