- Tey eru nógv, ið boða frá, at tey hava sæð grind ella annan hval fyri tíðina.
Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini, ið upplýsir, at løgreglan fekk tríggjar fráboðanir hósdagin.
Tann fyrsta var hósmorgunin um fimm tíðina, tá onkur helt seg síggja eina grind frá gamla Leirvíksvegnum. Tað eydnaðist tó ikki, at staðfesta um talan var um nakra grind.
Seinni sama morgun, um tíggju tíðina, varð boðað frá eini stórari grind eystanfyri Nólsoynna. Tað var tó nógvur streymur hendan dagin, og grindin kavaði, so viðkomandi, ið sá grindina, misti hana burtur aftur.
Tey seinastu grindaboðini hósdagin komu um kvøldi, tá ein bólkur av springarum varð funnin nærhendis Velbastað. Tá varð avgjørt, at lata springararnar fáa frið.