Politiið hevur sum vant seinastu dagarnar verið úti og hildið eyga við, at bilar ikki koyra ov skjótt. Teir hava eisini tosað við nakrar av hesum ungu og roynt at fáa teir at skilja, at ferð og rúsdrekka er við í flestu ferðsluvanlukkum. Summir ungir bilførarar hava ta fatan, at alt ber til, bara politiið ikki er á vegum.
- Torført er at fáa teir at skilja, at øll onnur í ferðsluni eru í vanda, tá kappkoyring fer fram, og tá koyrt verður við kenning, sigur Petur Poulsen, virkandi leiðari á politistøðini í Havn.