Á býráðsfundi í Eysturkommunu í farnu viku varð fíggjarætlanina fyri 2026 samtykt.
Skattaprosentið verður 19,9, og barnafrádrátturin verður 9.500 krónur, sum er ein hækking á 500 krónur í mun til fíggjarárið í ár.
Mettar inntøkur hjá Eysturkommunu fyri 2026 eru 151,5 milliónir, harav rakstrarútreiðslurnar væntandi verða 129,5 milliónir, og aðrar útreiðslur 7,9 milliónir (hetta eru avrundað tøl).
Íløgurnar næsta ár verða sambært fíggjarætlanini 53,4 millliónir krónur.
- Av íløgum fer nógv tann størsti parturin til skúlabyggingina í Leirvík. Verkætlanin gongur væl og fer veruliga at síggjast nakað til hesa byggingina í 2026, siga tey í Eysturkommunu.
Peningur er settur av til at gera fleiri grundstykkir í Syðrugøtu. Verkætlanin við Niklasmørk er í løtuni í útboði, og ætlandi koma tilboðini inn í desember.
- Eisini verður arbeitt við einari útbygging á eldraøkinum, og her er eisini peningur settur av fyri 2026.
Av øðrum íløgum, sum tey í Eysturkommunu ætla sær at gera næsta ár, eru í róðrarneystið, sum skal gerast liðugt, soleiðis at róðrarfelagið kann samla sína útgerð á einum staði.
- Her verða umstøðurnar á hægsta stigi, siga tey í kommununi.
Foreldragjaldið fyri børn á dagstovni hækkar við 200 krónum um mánaðin, og hækkingin verður eitt nú við til at fíggja ein námsfrøðiligan ráðgeva, sum skal verða øllum dagstovnaøkinum til gagns.
Avsláttarskipanin verður tillagað soleiðis, at triðja barnið verður uttan kostnað.
- Soleiðis gjalda foreldur bert fyri tvey børn. Mánaðarliga gjaldið fyri børn á vøggustovu verður 1.800 krónur og fyri børn í barnagarði 1.700 krónur um mánaðin, verður sagt í Eysturkommunu í dag.











