Føroysku hondbóltskvinnurnar hava í kvøld fyri fyrstu ferð vunnið ein dyst í einum HM endaspæli, og tað var vorðið sum sigur. Føroyar vunnu ímóti risastóru sponsku favorittunum. Føroyar vunnu 27-25, og hetta man teljast millum størstu sensatiónir yvirhøvur í altjóða hondbólti, um talan ikki er um mest óvæntaða úrslitð í altjóða hondbólti yvirhøvur.
Spania hevur í mong ár átt eitt av heimsins bestu landsliðum, og í kvøld tapti Spania ímóti Føroyum, sum spaniólar ikki kenna fyri hondbóltin, men heldur fyri føroysk ferðafólk og fyri saltfiskin.
Hálvleiksstøðan var 14-11 til Spania, og tað var ikki frítt, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir, tá ið tær fóru at hvíla seg, tí heldur enn at vera aftanfyri við einum máli, so bar kiks í útspælinum við sær, at málmunurin var trý mál.
Í fyrra hálvleiki bjargaði Rakul Wardum tríggjar ferðir. Eftir steðgin var hon livandi múrur og bjargaði ferð eftir ferð, tá ið tær sponsku vóru blankar.
Lív B. Zachariasen var klettur í miðverjuni undir liðini á Pernillu Brandenborg, sum eisini var framúr í álopsspælinum og var føroyskur toppskjútti við sjey málum og ongantíð kiksaði í royndum ímóti málinum.
Í seinna hálvleiki sleptu føroysku spælararnir hondbremsuni. Súna Krossteig Hansen og Jana Mittún foldaðu seg út. Maria Nólsoy spældi fínt, í høgra borði tveittu Egholm systrarnar allar bindingar, og í vinstru skoraði Rannvá Olsen av veinginnum, og eisini Lív S. Poulsen var stinn í verjupartinum.
Eldhugaða føroyska áskoðarafjøldin kyndi væl undir, og tá ið tað síðstu fáu minuttirnar reið um snarið, vóru tær føroysku kaldari, enn illa kroystu sponsku kvinnurnar, sum mundu kenna seg totalt eyðmýktar.
-Nú hava vit eitt gott kvøld, og í morgin fara vit undir fyrireikingarnar til dystin ímóti Paraguay. Tað er týdningarmikið, at vit vinna tann dystin, tá annars er vandi fyri, at vit ikki sleppa víðari í kappingini, heldur enn at vit fara víðari við tveimum stigum, sigur Claus Mogensen landsliðsvenjari í samrøðu við Sigurjón Einarsson í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Hetta avrikið og úrslitið fer í føroyska ítróttarsøgu og altjóða hondbóltssøguna sum ein tann størsta sensatiónin yvirhøvur.
-Í steðginum tosaðu vit um, at tað átti at bera til hjá okkum at spæla betri álopsspæl, enn vit høvdu víst í fyrra hálvleiki, og tað gjørdu vit so samstundis, sum vit hildu fram við fína verjuspælinum, sigur Pernille Brandenborg liðformaður og toppskjútti, sum eftir dystarlok varð kosin dagsins spælari.
-Eg eri ógvuliga fegin, tí eftir fyrra hálvleik var eg greið yvir, at eg hevði avrikað soleiðis, sum eg hevði ætlað og tað varð roknað við. Verjan var sum bergið, og tað var fín kensla at hava gott tak á strikuspælarunum og øllum hinum, sigur Rakul Wardum í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya. Rakul Wardum bjargaði 15 ferðir, og tað var dystaravgerandi.
Spania – Føroya 25-27 (14-11)
HM endaspæl í Trier í Týsklandi
Bólkur D
Í Trier SWT Arena fríggjadagin 28. november 2025 kl. 19.30
Dómarar úr Ungarn: Altmar Kristof og Horvath Marton
Føroyar: Pernille Brandenborg 7, Jana Mittún 6, Súna K. Hansen 4, Maria Nólsoy 3, Elsa Egholm 2, Rannvá Olsen 2, Lív B. Zachariasen 1, Karin Egholm 1, Bjarta Johansen 1, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Maria Halsdóttir Weyhe, Vár B. Zachariasen, Marita Mortensen
Málverjar
Rakul Wardum 15 bjargingar av 38 39,5%
Gylta á Neystabø











