Vegna veður eru nógvar avlýsingar í samferðsluni í dag.
Á heimasíðuni hjá SSL eru nógvir gulir breddar, har boðað verður frá avlýsingum ella broytingum.
Til dømis siglir Smyril soleiðis í dag:
Avlýsing og broyting á leið 7
Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, mikudag 5. mars Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 11:30 og av Havnini kl. 8:45 og kl. 14:30. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin. Eftir ætlan verður siglt smbr. ferðaætlan hósdag 6. mars.
Hevur ein hug at kunna seg um ymsu farleiðirnar, er at leita sær inn á www.ssl.fo