SøluRásin á Skála er nakað serstakt. Hetta er ein sølustevna, sum leggur dent á nógv undirhald og sum savnar nógv fólk. SøluRásin telist eisini millum tær framsýningar, sum hava yvirlivað, meðan fleiri aðrar eru hildnar uppat.
Tað eru nógv fólk, sum standa aftan fyri eitt slíkt tiltak, og tað skulu nógvar hendur til fyri at lyfta alt upp á pláss.
Øll slík afturvendandi tiltøk hava ein krumtapp, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at primusmotorurin aftan fyri SøluRásina á Skála er strandingurin, Anfinn Gærdum.
Sjálvur sigur hann, at hetta tiltak hevði ikki verið møguligt, um ikki so nógvar hendur vóru um at lyfta.
Nógv orka fer til at fylla Ítróttarhøllina á Skála upp við framsýnarum, men tað eru eisini fyritøkur, sum hava verið við øll árini.
- Vit leggja stóran dent á at gera framsýningina og tiltakið annars so vitjunarvinarligt sum gjørligt, soleiðis at øll, sum við eru og sum koma á gátt, kunnu fáa nakað burturúr.
Anfinn Gærdum, samskipari, bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Skálar leygardagin og sunnudagin komandi - á hina seytjandu SøluRásina, sum ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum standa aftanfyri.