Nógvastaðni er støðan verri enn hon er í Føroyum

– Men bæði í fleiri Norðanlondum eru tey sloppin lættari enn vit

Í morgun bóru vit tey tíðindi, at hetta seinastu árini eru prísirnir í Føroyum hækkaðir 10,1 prosent – og hetta eru størstu príshækkingarnar hesi seinastu 40 árini.  Men skuldi tað verið ein uggi, so upplýsir Hagstovan, at nógvastaðni er støðan upp aftur verri. Men sum heild eru príshækkingarnar í Føroum á sama stigi, sum í øðrum londum, men nógvastaðni hava príshækkingarnar verið nakað størri – og aðrastaðni hava tær verið nakað verri.

 

Les eisini: Ring tíðindi: Nú er tað 13 prosent dýrari at fáa mat í munnin

 

Bæði í Svøríki, og í ES londunum sum heild, eru prísirnir hækkaður meiri enn í Føroyum. Í Svøríki hevur príshækkingin verið 11,5 prosent og í ES-londunum hevur hon verið 11,1 prosent. Men her skal havast í huga, at í ES-londunum eru príshækkingarnar gjørdar soleiðis upp, at prísbroytingar fyri húsaleigu eru ikki við, men tað eru tær í Føroyum.

 

Les eisini: Hækkar fyri fyrtu ferð í tíggju ár

 

Men so eru tað eisini í fleiri londum, at tey eru sloppin bíligari enn vit eru í Føroyum. Í Danmark hava príshækkingarnar verið 8,9 prosent, sum er nakað minni enn her heima. Prísvøksturin í Íslandi og í Finnlandi var ávikavist 9,3 proent og 9,1 prosent, sum eisini er minni enn í Føroyum.

 

Men Noreg er í eini serstøðu, tí har hava príshækkingarnar bara verið 6,5 prosent, sum er væl minni enn nakra aðrastaðni í Evropu.

 

Í talvuni niðan fyri síggjast príshækkingarnar í ES londunum, og í Norðurlondum.

 

##med2##