Nógvir stórir skaðar

Nú veðrið gjørdist frægari síggjast sporini av ódnarveðrinum í gjár og í nátt.

 

Í Klaksvík siga tey, at 120 skaðar eru fráboðaðir um allan býin – og har hava bjargingarfólk bøtt um skaðarnar seinastu samdøgrið.

 

Sløkkisliðsmenn eru farnir út aftur í dag at hyggja eftir plátum og festum, so hetta heldur ein storm afturat, áðrenn rættilig umvæling verður seinni.

 

Niðanfyri síggjast myndir, sum Dávur Winther hevur tikið í Klaksvík í morgun