Nógvir telvarar við Løgmannabreyt

Síðsta umfar í øllum trimum deildunum í liðkappingini í talvi verður á middegi í dag

Nógvir telvarar eru í hesi løtu á veg til Havnar. Ørindini eru at vera við í síðsta umfarinum í liðkappingini, sum í dag verður telvað í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Telvað verður í 1. deild, 2. deild og 3. deild.

Tað er longu greitt, at Sandavags Talvfelag hevur vunnið FM í bestu deildini. Spenninguriní 1. Deild snýr seg um, um Vestmanna Talvfelag ella Tofta Talvfelag skal flyta niður. Vestmenningar eru aftastir við tíggju stigum, og toftamenn eru næstaftastir við tólv stigum.

Í dag verður telvað soleiðis: Klaksvík 2 – Toftir, Sandavágur – Havnin og Klaksvík – Vestmanna.

Tað er nógv, sum bendir á, at Rókur í Sundalagnum verður nýggja felagið í bestu deildini. Rókur er trý stig frammanfyri næstbesta liðið hjá sandavágsmonnum.