Fyri eini løtu síðani fór ávaringin á brandstøðini í Havn í gongd, har hann boðaði frá eldi á brennistøðini á Sandvíkahjalla.
Neyðsendarakfør vórðu send av brandstøðini niðan á brennistøðina, men tá ið sløkkiliðið kom fram, vísti tað seg at talan var um nógvan royk, men eingan eld.
Orsøkin til eldávaringina var, at eitt roykbluss av einum skipi varð vorðið virki av onkrari orsøk.
Alt fyltist við appilsingulum royki og tí fór ávaringin ígongd, sigur Heini Østerø, átaksleiðari.
Talan er um eitt roykbluss, skip brúk, tá ið tey koma í neyð og sum gevur nógvan, appilsingulan royk frá sær, sum sæst víða um.
Men tá ið talan bara var um royk og ongan eld, varð eingin vandi á ferð, leggur hann afturat.
|