Nokk at tríva í

Tað gongur hampiliga væl á Hotel Norð, letur eigarin at. Fleiri gistingar eru í ár enn undanfarin ár



 

Ferðavinna


Viðareiði: Tey hava hampiliga nógv at gera á Hotel Norð. Væl av gistingum eru, eins og fólk koma framvið at fáa sær ein bita.

Jógvan »Egga« Heinesen, sum saman við Mirjam Heinesen eigur Hotel Norð, sigur at tað í ár hava verið fleiri gistingar, enn tað hava verið árini frammanundan. Og tað eru fólk ymsastaðni frá, sum koma á hotellið, sigur hann. Eitt nú norðmenn, sviar og bretar. Men kortini er umleið helvtin av teimum gistandi føroyingar.

Tað er tó ikki so, sigur Egga Heinesen, at hotellið er heilt fult kortini. Men umleið tveir triðingar av seingjarplássunum hava støðugt verið upptikin í summar. Og soleiðis sær tað út til einaferð út í august. Gestirnir búgva í meðal einar tvær-tríggjar nætur á hotellinum.

?Tað plagar at vera so, at tá skúlarnir byrja aftur, gevast fólk at ferðast, sigur hann.

Hotel Norð plagar at vera opið, til summarfrítíðin hjá skúlunum endar. Í ár verður tó opið allan august mánað, sigur Egga Heinesen. Tað verða nevniliga tvey størri skeið á hotellinum seinnapartin av august.


Matstovan

Tað er tó ikki bara teimum liggjandi gestunum, sum Hotel Norð nýtur gott av. Tað kemur eisini væl av fólki in á gólvið at fáa sær ein bita. Serliga um vikuskiftini, men eisini mitt í viku, letur Egga at. Líkt er til, at tað eru ávísir »specialitetir«, sum gera, at fólk støkka inn á gólvið.

Lundarnir - steiktu lundabringurnar - sláa ikki falskar mentur. Tær gera lukku bæði hjá føroyingum og útlendingum. Kanska serliga útlendingarnir halda tað vera spennandi døgurða. Aðrir serrættir, tey eru stolt av á Hotel Norð, er tann heimagørdi ísurin, sum hevur gott orð á sær, og so ein rabarbudessert, sum nógv fólk, ið koma á hotellið, biða um.

Men sjálvandi eru eisini meira vanligir rættir eisini at fáa á Hotel Norð, eins og til ber at biða um serliga matskrá, sum ikki stendur á kortinum, sum kokkurin so setir saman eftir ynski.

Matstovan er opin hvønn dag um summarið. Frá mánadegi til hósdag er køkurin opin til klokkan 20 á kvøldi, meðan tey um vikuskiftini hava opið til klokkan 21.30.

Egga Heinesen sigur, at tey av og á skipa fyri ymsum serligum tiltøkum á hotellinum, og at hesi verða væl vitjað. Í heyst er til dømis ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, sum hevur við seyð at gera. Sýna fram ymiskt um og av seyði. Hvat fæst burtur úr ullini. Eitt nú selja tey troyggjur fyri Tøting. Til ber at síggja ymsar prýðislutir úr eitt nú horni o.s.fr. Og so sjálvandi ikki at gloyma matin, sum fæst úr seyðinum.

Jólaborðhaldum plaga tey at skipa fyri, og ivaleyst veður okkurt aftur ár eisini. Eins og brúdleyp eru rættiliga vanlig á hotellinum. Tey fáa hildið brúdleyp fyri upp í móti 300 fólkum.


Ábøtur

Tað eru og verða gjørdar ymsar ábøtur og útbyggingar á hotellinum seinnu tíðina. Og ætlanir eru eisini um fleiri ábøtur. Serliga rundan um hotlelið uttanfyri.

Ruddað og slættað verður rundan um bygningin. Egga Heinesen sigur, at tey fara at slætta eitt rímiliga stórt øki uttanfyri, har ætlanin er at hava eitthvørt til undirhalds, sum vanligt er aðrastani, men ikki so kent í Føroyum. Heilt liðug er verkætlanin ikki enn, og hann avdúkar ikki endaliga, hvat tað verður. Men so mikið letur hann leka út, at vit loyva okkum at gita, at tað fer at hava okkurt við køllur og bóltar at gera.

Inni á hotellinum er gamla fundarhølið gjørt til sjónvarpsstovu og barr, har til ber at støkka inn á gólvið eisini eftir, at hotellið annars hevur latið aftur fyri veturin. Tað verið seg til at síggja ein fótbóltsdyst í sjónvarpinum, ella bara til at hitta fólk og hugna sær.

Hetta nýggja hølið nevna tey Mølina, og er tað eftir staðarnavni á Eiðsvík. Ein málningur, sum listamaðurin Arnold Vegghamar hevur málað, og sum myndar Mølina, hongur í hølinum, og haðani er hugskotið til navnið komið, sigur Egga Heinesen.

Kioskin er eisini flutt, soleiðis at hon nú liggur við síðuna av Mølini. Sostatt ber til hjá einum fólki at passa bæði støðini, tá opið er.

Fundar- og skeiðrúmið er flutt aðrastaðni, og er tað væl betri egnað nú, enn tað var frammanundan, láta tey at. Og í gongini stendur billardborðið, sum ivaleyst eisini fer at verða dúgliga nýtt í vetur.

Hóast hotellið vanliga er stongt um veturin, ber tó altíð til at ringja og biða um eina gisting ella tvær, um tað skal vera, sigur Jógvan »Egga« Heinesen. Annars sigur hann, at tey, sum arbeiða á hotellinum, eisini hava brúk fyri at sleppa upp at blása av og á, og tí hava tey gjørt av, at Hotel Norð verður stongt á ólavsøku.