Eyðun Klakstein og John Johannessen
úr Keypmannahavn
Landsstýrið vildi hava hernaðarmálið við í dagsskránna fyri samráðingarfundin í Keypmannahavn í dag, men hesum sýtti danska stjórnin blankt fyri.
Tí er hernaðarmálið ikki ein sjálvstøðugur partur av samráðingunum í dag, soleiðis sum landsstýrið ætlaði. Men landsstýrið fer ikki at finna seg í, at danir ikki hava hug at tosa um hetta mál.
? Vit vóru noyddir at góðtaka, at tann kunningin, sum vit vilja hava um verjumál, ikki kemur við í dagsskránna fyri fundin hesaferð, men vit ætla at taka málið upp á fundinum kortini, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
? Um vit ikki høvdu verið samd um eina fundarskrá, hevði ikki borið til at havt nakran fund, og tí sleptu vit kravinum um at fáa hernaðarmál við sum ein sjálvstøðugan part av samráðingunum hesaferð.
Stjórnin strikaði hernaðarmál
Brævaskiftið, sum hevur verið millum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen undan samráðingunum í dag, vísir, at partarnir eru ósamdir um, hvussu farast skal fram í hernaðarmálum.
Danska stjórnin vil hava eitt ítøkiligt uppskot frá landsstýrinum, áðrenn tað fer at viðgera hernaðarmál, men landsstýrið sigur seg ikki verða ført fyri at gera nakað upplegg, fyrr enn danska stjórnin hevur kunnað landsstýrið um leiklutin hjá Føroyum í hernaðarligum viðurskiftum.
Síðsta dagin í mai sendi løgmaður danska forsætisráðharranum eitt uppskot um, hvussu landsstýrið vil hava fundarskránna at síggja út. Í hesum uppskoti skal danska stjórnin kunna landsstýrið um hernaðarmál, sum hava við Føroyar at gera.
Men tá Poul Nyrup Rasmussen eina viku seinni svarar brævinum frá løgmanni, verða hernaðarmál strikað av dagsskránni.
? Danska stjórnin hevur einki at leggja afturat tí notati, sum Verjumálaráðið hevur gjørt um hernaðarstøðirnar í Føroyum. Hetta notat hevur landsstýrið fingið, og eru faktuellir spurningar til hetta notat, er stjórnin sinnað at svara hesum spurningum, skrivar Poul Nyrup Rasmussen í brævinum.
Í notatinum, sum danski forsætisráðharrin nevnir, standa bara faktuellir upplýsingar um hernaðarstøðirnar í Føroyum, og einki nýtt er at finna í hesum notati.
Fáa einki gjørt uttan kunning
Fríggjadagin sendi løgmaður nýtt bræv til Poul Nyrup Rasmussen, har hann sigur, at landsstýrið ikki skilir, at stjórnin ikki vil kunna landsstýrið um hernaðarmál.
? Landsstýrið hevur fingið notatið frá Verjumálaráðnum, og umframt at danska stjórnin kann svara spurningum um hetta notat, eigur stjórnin eisini at koma við eini kunning av strategiska týdninginum hjá Føroyum, heldur Anfinn Kallsberg.
Landsstýrið ynskir tí at fáa hetta mál sum ein sjálvstøðugan part av samráðingunum, og landsstýrið vil hava donsku stjórnina at greiða bæði frá teimum søguligu viðurskiftunum og framtíðarstøðuni.
Týsdagin var aftur brævaskifti millum løgmann og forsætisráðharran. Poul Nyrup Rasmussen vísti føroyska kravinum um at verða kunnað um hernaðarmál frá sær. Hann sigur, at samráðingarnar byggja á, at føroyingar skulu gera upplegg og so verður tosað út frá tí. Skal hernaðarmálið viðgerast, mugu føroyingar koma við einum ítøkilium uppleggi til hetta.
Anfinn Kallsberg svarar danska forstætisráðharranum, at føroyingar kunnu ikki koma við nøkrum uppleggi um verjupolitikk í framtíðini, tí føroyingar kenna einki til týdningin hjá Føroyum í hesum samanhangi. Landsstýrið veit ikki hvønn leiklut Føroyar hava í hernaðarligum samanhangi, men landsstýrið heldur, at nógv bendir á, at hesin leiklutir ikki hevur verið lítil.
? Landsstýrið heldur seg eisini seinastu mánaðirnar hava fingið innlit í, at Danmark hevur fingið fíggjarligan ágóða av, at Danmark hevur nýtt føroyskt og grønlendskt landaøki í hernaðarligum viðurskiftum, skrivar løgmaður í brævinum til forsætisráðharran.
Kunning seinni
Landsstýrið endar tó brævið við at siga, at tað má taka til eftirtektar, at danska stjórnin ikki ynskir at hava hernaðarmál við í fundarskránni.
? Vit ætla at taka málið upp á fundinum, og danska stjórnin hevur lovað at koma við eini kunning seinni, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
? Vit hava ongan møguleika at gera nakað upplegg um verjupolitikk í framtíðini, um vit ikki kenna søguna og tann leiklut, sum Føroyar hava havt og hava í hesum samanhangi.
Landsstýrið hevur nevnt, at tað umhugsar at søkja um limaskap í felagsskapinum Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur við tilknýti til NATO. Men nakran neyvan verjupolitikk ella upplegg um hetta, sigur landsstýrið seg ikki vera ført fyri at gera, uttan at tað fær ein kunning frá donsku stjórnini.ru upplýsingar, sum eru komnir fram, eftir at tilboðini vórðu latin upp, og eftir at Landsverkfrøðingurin hevði gjørt sítt tilmæli, ið hava sannført okkum um, at J&K Petersen hevur tað besta tilboðið samanumtikið, sigur hann.
Hann vísir eisini skuldsetingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni framferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek.
Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga.
? Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku.
? Júst tað, hava vit verið sera varin við. Tí hava vit brúkt orðið heildarmeting, uttan at fara í smálutir um, akkurát, hvørji viðurskifti gera seg galdandi.
? Og roknskapirir hjá feløgunum eru almennir, so teir kann ein og hvør lesa og gera sær sínar metingar av.
? Men at onnur tulkað tað negativt, kunnu vit onki gera við.
Ikki góðkent áðrenn
Men varð Byggitek ikki mett og vigað frammanundan, so at tað var ?góðkent? áðrenn tað varð boðið upp í lisitatiónina?
? Tað er tað fyri so vítt ikki. Vit fingu eitt tilmæli frá Landsverkfrøðinginum um, hvørji feløg skuldi sleppa at bjóða upp á vegirnar og tí tilmælinum fylgdu vit.
? Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið.
? Talan var um tilboðið frá Byggitek og tað frá J&K Petersen.
? Tí bóðu vit tey bæði feløgini um ymsar upplýsingar og teir fingu vit.
Klæmint Weihe sigur, at tað, hann kennir til, er tað ikki óvanlig mannagongd,at kanna feløgini við teimum áhugaverdu tilboðunum nærri, tí tann, sum skal hava arbeiðið, skal veita ymsar trygdir.
? Hetta er eitt arbeiðið, sum ofta ikki verður gjørt áðrenn arbeiðini verða boðin út, tí í hesum sambandinum er tað kanska neyðugt at kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt.
? Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini.
Nevndarformaðurin sigur, at umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur tað eisini havt stóra ávirkan á avgerðina, at Byggitek hevði valt sær E. Pihl & Søn til samstarvsfelaga, sum skuldi hava ein rættiliga týðandi leiklut í arbeiðnum.
? Vit hava alla tíðina havt tað fatan, at politiskt var tað ynskiligt at brúka so nógva føroyska arbeiðsmegi sum gjørligt.
?Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfundinum hjá P/F Vágatunlinum, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fundinum við løgtingsins vinnunevnd.
? Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part.
? Og tað stríðir ímóti hesum málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum.
Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið.
Hann leggur afturat, at í hesum sambandinum verður E. Pihl & Søn í Føroyum ikki mettur at verða ein føroyskur arbeiðstakari, hóast felagið er skrásett her.
?Tí vórðu teir ikki bodnir uppí lisitatiónina-tað var við vilja, leggur nevndarformaðurin afturat.
Breyt tagnarskylduna
Kæmint Weihe dylir heldur ikki fyri, at hann er rættiliga ónøgdir við leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum málinum.
?Landsverkfrøðingurin og Vágatunnilin hava gjørt eina skrivliga avtalu um vegagerðina. ? Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin umboða okkum í sambandi við vegagerðina. ? Hetta er ein avtala, sum varð gjørd, áðrenn løgtingslógin um tunnilin varð samtykt og hon hevur púra onki at gera við tað eftirlit, sum Landsverkfrøðingurin skal hava av sjálvum tunnilsarbeiðnum.
? Í avtaluni, sum báðir partar hava skrivað undir, stendur eisini, at partarnir hava tagnarskyldu.
? Men tíverri má eg ásanna, at Landsverkfrøðingurin hevur brotið hesa tagnarskylduna, tá ið hann úttalar seg um málið í Sosialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe.
? Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum, sum tilsamans gjørdu, at vit valdu tilboðið hjá J&K Petersen framum.
? Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðingurin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýsingarnir koma fram í tí tilmælinum, teir góvu okkum.
?Men tá ið Landsverkfrøðingiurin mælir til, at lata Byggitek, var tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum fleiri upplýsingar fyri at kunna taka støðu til tilmælið.
? Landsverkfrðingurin hevði nevniliga ikki útvega teir neyðugu upplýsingarnar. Sostatt mugu vit staðfesta, at ráðgevingin frá teimum var ikki nøktandi.
?Tí gjørdu vit av at fara bæði til byggifelagið við lægsta og næstlægsta tilboðnum fyri at útvega okkum teir upplýsingarnar, sum ráðgevarin skuldi havt útvegað okkum.
Klæmint Weihe vísir eisini aftur pástandinum frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið.
? Tað er ikki rætt, Landsbyggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur gjørt tilmælið.
Onki politiskt trýst
Hann sigur, at síðani byrjað varð uppá hesa verkætlanina, hevur vágatunnilin ongantíð havt samband við politiska valdið og hevur ongantíð merkt nakra politiska uppílegging.
? Og vit hava heldur ongi politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumbul burturúr hesi útbjóðingini, sigur Klæmint Veihe.
Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fundurin kann í fyrsta lagi ikki vera fyrrenn í næstu viku, tí hesa vikuna er stjórin fyri P/F Vágatunnilin burturstaddur.
Ætlandi skuldi fundurin við Byggitek longu havt verið fríggjadagin, men hann var av ongum, tí Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe.
Heldur tú, at tann fundurin fer at broyta nakað?
?Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki hava havt áðrenn og sum gera, at fortreytirnar broytast.