Á fundinum millum landsstýrisfólk og danska løgmálaráðharran mánadagin vóru ríkisborgararættindini ovast á dagsskránni.
Landsstýrið ynskir, at føroyskir ríkisborgarar fáa somu rættindi í Danmark sum danskir ríkisborgarar, um Føroyar taka fullveldi. Og sama verður galdandi fyri danskar ríkisborgarar í Føroyum.
- Fyrisitingarligt og menniskjaligt er tað nógv best við javnbjóðis rættindum, tí so sleppur tú undan at seta fólk í eina óhepna støðu, har tey skulu velja, hvar tey vilja verða ríkisborgarar, heldur Høgni Hoydal, varaløgmaður.
- Talan er um so lítlan mun millum javnbjóðis rættindini og tær norðurlendsku avtalurnar á økinum, at tað hevði verið nógv best og lættast, um vit lótu borgarunum hjá hvørjum øðrum hava somu rættindi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður.
Valið og avleiðingar
Frank Jensen vísir kravinum um javnbjóðis rættindini frá sær, og grundgevingin fyri tí er tann sama, sum áður hevur verið at hoyrt frá donsku stjórnini.
- So leingi føroyingar eru við í ríkisfelagsskapinum, hava teir júst tey somu rættindini sum danir og grønlendingar, men um Føroyar velja at fara úr ríkisfelagsskapinum, so hevur tað valið eisini nakrar avleiðingar við sær, sigur Frank Jensen.
- Vit eru sinnað at lata fáa greiði á, hvussu vit gera við teimum føroyingum, sum í løtuni eru búsitandi í Danmark, tí sjálvandi skulu teir hava møguleika at búgva í Danmark við somu rættindum sum danir, sigur hann.
Landsstýrið hevur ikki givið upp at fáa semju um ríkiborgararættindini, og landsstýrið heldur, at talan er um politiskan vilja fyri at gera semju um javnbjóðis rættindini hvør hjá øðrum.