Tað var í einum lesarabrævi á Vágaportalinum leygardagin 26. mai, at skuldsetingar vórðu reistar um, at virki, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hava varðað av, skyldaðu landskassanum MVG.
Sosialurin vísti á hesar skuldsetingar í blaðnum mikudagin 30. mai, tí tær vóru ikki afturvístar. Á Vágaportalinum dagin eftir – 31. mai – vísa bæði løgmaður og Jørgen Niclasen aftur skuldsetingunum, sum teir einki kenna til.
Sosialurin spurdi løgmann fríggjadagin 1. juni, um hesar skuldsetingar vóru tiknar úr leysum lofti, ella um nakað var um tær. Men hesum vísti løgmaður aftur.
– Eg skyldi ikki tí almenna eina krónu, segði løgmaður.
Sosialurin spurdi hann eisini, um einki partafelag, sum Kaj Leo Johannesen hevur varðað av, skyldar tí almenna nakað, men til tað segði hann púra greitt »nei«.
Spurdur um nakað felag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum tap, tí almenna, privatum ella virki, segði løgmaður, at tað veit hann einki um.
Eigur tú ikki at vita tað, tá tú hevur verið stjóri og nevndarformaður?
– Eg havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu sannføring skyldaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt, og hvør hevur fingið sítt. Eg átti ein triðing í einum felag saman við Róa Egholm og Kára Danielsen, segði løgmaður við Sosialin.
Tað felagið, sum løgmaður sipar til, er P/F KRK Holding, sum aftur eigur feløgini P/F Farex, P/F Kaldbak Seafood og helmingin av felagnum Sp/F Sisero.
P/F Farex er móðurfelag hjá feløgunum Farex DK APS, Farex Iberia og P/F Kaldbak Seafood.
Løgmaður segði við Sosialin 1. juni, at hann er vitandi um, at hesar skuldsetingar í lesarabrævinum á Vágaportalinum eru grovar. Spurdur, hví hann ikki avsannaði tær fyrr enn hann varð spurdur um tað fýra dagar aftaná, segði hann, at tað er ikki alt, sum hann tímir at svara uppá.
– Men hatta átti redaktørurin ikki at lagt út á netið, segði løgmaður við Sosialin 1. juni.
Sosialurin kann nú prógva, at løgmaður segði ósatt. Bert í hesum felagnum, Sp/f Sisero – sum samanborið við hini feløgini, løgmaður hevur varðað av, er so evarska lítið, er tapið um hálva aðru millión krónur, harav landskassin gjøgnum TAKS má leggja rygg til eitt tap upp á 200.000 krónur.