Nokti at trúgva tí

Tað er sera hugstoytt at frætta í miðlunum um ætlanir heilsumálaráðins, og Klaksvíkar Kommuna fer ikki at standa á síðulinjuni og góðtaka áhaldandi miðsavningarætlanirnar innan heilsuverkið. Nú mugu landspolitikarar vakna.

At Heilsumálaráðið í fullum álvara arbeiðir við at niðurleggja tilbúgvingina og ljósmøðraskipanina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er fullkomiliga burturvið og fer hvørki at skapa fíggjarligan stabilitet ella sparingar á heilsuøkinum.
Vit hava sæð nógv tey seinnu árini, at tey smáu sjúkrahúsini hava havt nógv minni øking í játtan enn landssjúkrahúsið. Haraftat hevur landssjúkrahúsið javnan fingið eykajáttanir vegna ovurnýtslu, eins og tað hvørt ár hevur fingið hópin av peningi til íløgur.
Alt hetta fer fram, hóast tað ferð eftir ferð er víst á, at tey smáu sjúkrahúsini eru framúr væl virkandi og hava ein dynamikk og fleksibilitet, sum ikki er tann sami á Landssjúkrahúsinum.
Eitt er, at sjúkrahúsini hava eina játtan at halda seg til, sum eg meini eigur at vera tikin í álvara, men tá ið vit ár eftir ár síggja, at landsins størsta sjúkrahús sær stórt uppá at halda játtanir og sleppur við tí, so fellur virðingin fyri avgerðum landsstýrisins.

Landssjúkrahúsið fær enn meira vald
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur seinastu árini ikki verið líka væl við, tá ið tað snýr seg um vøkstur av játtan, men nú sparast skal, verður kortini kravt av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at tey so sanniliga skulu spara sín stóra part.
Tí kennist tað ógvuliga hugstoytt at frætta úr Heilsumálaráðnum um ætlanir at geva Landssjúkrahúsinum enn størri vald yvir hinum sjúkrahúsunum við at leggja enn fleiri funktiónir undir teirra leiðslu. Tað er sum um, at sami stovnur, sum hevur havt flestu yvirtrekkini og eykajáttanirnar, nú skal fáa virðisløn fram um hini sjúkrahúsini, sum hava hava munandi betri stýring á sínum viðurskiftum. Hetta er ikki virðilig framferð og viðgerð.

Landssjúkrahúsið skapt dupultfunktiónir
Tað er ikki smávegis av sergreinum, sum læknar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gjøgnum árini hava bygt upp. Eingin ivi er um, at tað er tann avmarkaða støddin og harvið stóri fleksibiliteturin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum ger hesa menning møguliga, har læknar fáa møguleikar til at arbeiða sum eldsálir – væl stuðlaðir av øllum starvsfólkabólkum.
Men samstundis hava vit gjøgnum tíðirnar sæð, at øll serøki, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur bygt upp, við tíðini eisini eru stovnaðar á Landssjúkrahúsinum og harvið eru vorðnar dupultfunktiónir tí Landssjúkrahúsið eisini vildi hava sergreinarnar hjá sær.
Síðan kenna vit alt ov væl restina av søguni, har orðið “dupultfunktiónir” einvíst verður brúkt ímóti smærru sjúkrahúsunum, tí tað verður tikið sum ein sjálvfylgja, at allar sergreinar skulu til Havnar, sama hvør hevur ment hesar.

Samanleggingar geva ikki sparing
Embætisfólkini í Heilsumálaráðnum tykjast halda, at tað fer at hava sparingar við sær at leggja øll sjúkrahúsini saman undir eina leiðslu og at sentralisera tilboðini, men av royndum í grannalondum okkara vita vit, at samanleggingar ikki einvíst koma at hava sparingar við sær.
Hetta verður eitt nú staðfest í skilagóðari grein í bløðunum, sum Leif Knudsen, yvirlækni, hevur skrivað. Í greinini staðfestir Leif Knudsen, at kommunusamanleggingarnar í Danmark hava havt við sær, at kommunurnar eru minkaðar úr 250 niður í 98, og kortini eru útreiðslurnar hækkaðar við 12%.
Nevndu staðfestingar eru bert eitt av fleiri dømum, sum vísa hetta sama, og sum geva grundaðan illgruna um, at dagsskráin hjá leiðandi embætisfólkum í Heilsumálaráðnum er ikki at spara, men at leggja alt undir eina leiðslu, so stýringin verður meiri sentral. Tað er hetta, sum vit ikki kunnu lata okkum lynda.

Latið okkum styrkja norður-/eysturøkið
Landsstýrisfólk hava sum kunnugt eina avmarkaða tíð í teirra sessum, og tað er tí ikki so einfalt hjá teimum at gjøgnumskoða endamálið við teimum ætlanum, sum arbeitt verður við í ráðunum.
Tí er tað gleðiligt at hoyra landsstýrismannin í hesum máli koma við nøkrum broytingum, har lagt verður upp til eina samskipan, ið skal menna øll trý sjúkrahúsini.
Sum skilst verður umhugsað at leggja reumatologi og rehabilitering/uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Ein annar eyðsýndur møguleiki at menna norður-/eysturøkið innan heilsuverkið kann fremjast við at samskipa bæði laboratoriini í Eysturoynni við Klaksvíkar Sjúkrahús, tí eingin ivi er um, at hetta hevði gagnnýtt nevndu játtanir betur. Ein slík umlegging er eisini fult í tráð við tann søguliga veruleika, at tað vóru eysturoyingar, sum saman við norðoyingum tóku stig til og bygdu Klaksvíkar Sjúkrahús, og tí er tað púra náturligt, at hesir landspartar í enn størri mun gerast partur av tænastuni og virkseminum í og kring Klaksvíkar Sjúkrahús.
Eg dugi væl at síggja, at uppgávan hjá landsstýrismanninum er alt annað enn løtt, tí samstundis sum hann skal finna sparingar, noyðist hann at takkla ta áhaldandi sentralisering, sum hevur verið ógvuliga eyðsýnd og sterk í umsitingini hjá landsstýrinum og millum læknarnar á Landssjúkrahúsinum.
Sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu vil eg ynskja landsstýrismanninum bestu eydnu við víðari arbeiðnum at menna øll trý sjúkrahúsini, sum hvørt á sín hátt hava ein týðandi leiklut í menningini av føroyska heilsuverkinum.

Klaksvík, 10. august 2010