Nólsoyingar eru forstandandi og tolnir, men einaferð er tað uppi!

Tað verður ikki eitt samt løgting, sum fer at samtykkja eina eykajáttan so at SSL kann flyta rampuna úr Skopun, sum so viðførur at Teistin verður tikin frá okkum nólsoyingum.

 

Vit nólsoyingar hava nú skjótt í eitt mannaminni ynskt okkum eitt nýtt skip, sum er skraddaraseymað og bygt til nólsoyarleiðina og vónandi verður tað ikki leingi til so verður. Vit hava nú havt Teistan síðani Sandoyartunnilin læt upp. Vit eru ógvuliga glað fyri hann, og hann riggar ógvuliga væl á farleiðini, so eg havi fult forstáilsi fyri at fyrsta nýggja skipi hjá SSL verður bygt til Kallsoyarleiðina. Har er tørvurin á endurnýggjan kanska størstursum nú er, um vit behalda Teistan. Eg føli tað órættvíst, og hetta er ikki fyri at seta meg uppí móti kalsoyingum – men tað følist ógvuliga órættvíst at tey fáa tað nýggjasta skipi sum er í flotanum, meðan bíða verður til eitt spildurnýtt verður smíða til teir.

 

Argumentið hjá SSL fyri hesum er, at Ternan ikki kann sigla á Syðradal um veturin, men er hon yvirhøvur roynd har um veturin? Kann Sam ikki sigla teir dagarnar her Ternan ikki kann? Tá Samskal liggja sum avloysara skip, so kann hann liggja í Klaksvík, og skjótur at starta upp, um so skuldi veri.

 

Tað er ikki neyðugt við einum skipi við størri ferðafólkakapacitetium veturin út í Kallsoynna. Hyggja vit eftir ferðafólkahagtølunumfrá novembur til og við mars, so liggur tað frá 2300 til 3000 pr. mánað. Somu mánaðir í Nólsoy liggur tað frá 5300 til 6200.

 

Sum sagt: Tað verður ikki eitt samt løgting sum samtykir eina eykajáttan so at Teistin ferð norðureftir. Vil SSL hava Teistan har norður, so SKAL fyrsta skipið byggjast til nólsoyarleiðina!!!

 

Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður