Norðberg 1400 pund

John Thomsen av Strondum var eisini farin at royna seg við snellunum í gjár. Tá alt kom til alt hevði hann eini 1400 pund innanborða, og hann greiðir frá, at tað er besti túrurin í ár.

- Eg plagdi at sigla, men seinastu tíðina havi eg róð út fyri tað mesta, greiddi John Thomsen frá. Hann legði afturat, at dagurin í gjár var dagurin við besta veðrinum í ár, og at tað helst er orsøkin til, at so nógvir bátar vóru úti í gjár.

Sum hjá hinum, sum hava verið nógvar túrar, so var hann fjórða túrin í ár í gjár.

- Eg var einar sjey fjórðingar úr Rivtanga og har vóru teir flestur, segði hann.

John Thomsen er einum av teimum fáu, sum eisini róði út í fjør, og hann letur nógv betri at fiskiskapinum í ár í mun til í fjør.

Hinvegin heldur hann tað altíð vera soltið at vera útróðrarmaður.

- Tað er altíð soltið at vera útróðrarmaður, men nú er prísurin helvtina av tí, sum hann plagdi at vera, men tað hjálpir eitt sindur, at meira er til í ár, greiddi hann frá. Somuleiðis visti hann at siga, at slagið var nógv betri í ár, og tí heldur hann tað vera undarligt, at prísurin skal vera so nógv verri.

Norðberg hevur fýra sjálvvirkandi snellur, á sama hátt sum teir flestu.

Í morgun loysti Norðberg um sekstíðina, fyri at fara út á Norðhavið aftur.