Tað hevur ikki verið nøkur long vertstíð hjá »Norðborg« í lodnuni, men úrtøkan hevur verið góð, verður sagt á reiðarínum Pf. Hvalnes, sum eigur »Norðborg«. Tað er serliga frysta kvennlodnan til japanska marknaðin, sum hevur givið skipinum eina góða byrjan.
Higartil hevur »Norðborg« fiskað eini 1000 tons til japansku stórfyritøkuna Hanwa, sum selur víðari til japanskar framleiðarar, og prísurin hevur ligið um 8-10 krónur kilo fyri frystu kvennlodnuna. Kalllodnan verður seld til ídnað, har prísurin er um 30 oyru kilo.
Frysta svartkjaft
til matna
»Norðborg« fór á lodnuveiði tann 6. mars og longu nú er vertstíðin fyri kvennlodnuni til japanska marknaðin liðug, og farið verður tí nú at fiska svartkjaft, verður sagt á reiðarínum. Og eisini viðvíkjandi svartkjaftinum sær út til at nýggjar royndir fara at verða gjørdar við at frysta svartkjaftin til matna. Samstarv er fingið við áhugaðan keypara av frysta svartkjaftinum til matna, men reiðaríið hevur ikki enn tikið endaligu avgerðina.
Tá ið vertstíðin fyri svartkjaft er umliðin einaferð í mai, verður farið at fiska sild at skera til flak, og reiðaríið metir at hesin fiskiskapur heldur fram ári út. Viðvíkjandi søluni av kvennlodnu til japanska marknaðin, verður mett, at sama avtala verður gjørt við japansku stórfyritøkuna Hanwa komandi ár.
Hósdagin var »Norðborg« í Ålesund í Noregi og legði lodnu upp, 700 tons av kalllodnu til ídna og eini 300 tons av frystari kvennlodnu til japanska marknaðin.