Norðborg misti ein mann

Norðborg úr Klaksvík misti ein mann norðanfyri Føroyar dýra biðidag

Nótaskipið Norðborg, sum leitaði eftir sild norðan fyri Føroyar, misti ein mann dýra biðidag.

Av politistøðini í Klaksvík verður sagt, at tey fingu fráboðan um, at Norðborg hevði mist ein mann norðan fyri 64 stig og umleið 4 stig vestur.

Norðborg fekk ein sjógv, meðan menn arbeiddu á dekkinum, og ein av manningini varð tikin út. Tað eydnaðist ikki at fáa mannin aftur.

Skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni vóru stødd so mikið langt frá vanlukkustaðnum, at tey fingu ikki verið við í leitingini eftir manninum. Men onnur fiskiskip á leiðini, føroysk, donsk og íslendsk, leitaðu uttan úrslit.

Maðurin, sum Norðborg misti, er ein 33 ára gamal føroyingur, sum býr í Danmark, verður sagt av politistøðini í Klaksvík.

Norðborg kom á Klaksvík leygarkvøldið, og sjófrágreiðing verður í Klaksvík mánadagin.