Norðborg á svartkjafta veiðu

Aftan á at hava verið á lodnuveiðu í Barentshavinum í einar tveir mánaðir fer Norðborg nú á svartkjafta veiðu. Christian í Grótinum er eisini á svartkjafta veiðu eftir stórar umvælingar á brúnni

Norðborg kom inn á Klaksvíkina hóskvøldið úr Barentshavinum. Teir hava fiskað lodnu í einar tveir mánaðir til japanska marknaðin og landað í Norra. Kristian Martin Rasmussen sigur, at fiskiskapurin hevur verið hampuligur hesa sesongina.
Steðgurin hjá Norðborg verður ikki langur í Klaksvík, teir fara á svartkjafta veiðu leygardagin.
Christian í Grótinum er nú aftur farin í fiskiskap eftir umfatandi umvælingar á brúnni. Brúgvin fekk stóran skaða eftir at skipið her fyri fekk ein sjógv. Øll brúgvin, sum hon er, er útskift. Christian í Grótinum er á svartkjaftaveiðu, men fiskiskapurin seinastu dagarnar hevur verið smáligur, sigur Kristian Martin Rasmussen, sum er sera harmur um, skaðan sum skipið fekk.
- Vit hava mist nógv, teir fjúrtan dagarnar, tað tók at umvæla skipið, tí fiskiskapurin júst tá var sera góður, sigur hann.