Várróðurin
á Norðhavinum:
Veðrið er gráligt, og tað rekur upp í ættina. Onkur havhestur fer sveimandi. Viðhvørt yvir aldukambinum, og viðhvørt dalar hann niður í millum ryggirnar og hvørvur eina løtu. Kemur so upp aftur longri burtur og nærkast næsta bátinum at vita, um har er nakar livrabroddur at vinna. Og hóast talið er øgiligt, liggja bátarnir rættiliga spjaddir. Summir sigla og leita, meðan aðrir tosa í telefon. So tað teknar ikki til tann stóra fiskidagin í dag.
Tað er fólk á gongd, tá vit gera klárt væl fyri lýsing í morgun. Hoyrist tos millum bátarnar. Onkur setir í gongd, meðan aðrir longu eru farnir. Tú hoyrir maskinurnar hurra har uttan fyri grótkastið onkunstaðni. Teir koma bæði úr havnini á Eiði og norður gjøgnum Sundalagið. Allir við somu kós út gjøgnum Flógvan at royna enn ein dag norðanfyri. Allir spentir at vita, um tað man fara at roynast líka væl sum í gjár og dagarnar frammanundan.
Minnast mannin sum helt, at hevði í dag verðið sum í gjár, og í gjár sum í fyrradagin, so hevði verið væl.
Eri sloppin við tveimum kollfirðingum, sum hava bát liggjandi á Eiði hesa tíðina. Havi fingið boð um at vera á bryggjuni klokkan hálvgum fimm. Vestfallið liggur til klokkan seks, og tá fer eisini skjótt so smátt at vera fiskiljóst, so tað er ikki at vera ov seinur.
Skúmandi um stokkar
Báturin liggur í einum bási við flótibrúnna, so vit hava líkasum framíhjá rættindi. Skulu ikki, sum so mangir aðrir, loysa fleiri bátar fyri at sleppa út um teir, sum liggja uttan á hvørjum øðrum.
Sett verður í gongd. Loyst og bakkað frá. Fara so spakuliga glíðandi út úr havnarlagnum. Tað eru tað kortini fleiri aðrir, sum gera, so tað skal ansast eftir, sum vera man.
Fara spakuliga um endan á grótkastinum og hyggja eftir, hvussu vorðið er suður eftir Sundunum.
Tað eru fleiri, sum koma haðani í morgun. Sum í Tróndarkvæðinum, at:... »Annar flotin úr Sundalagnum, skúmandi um stokkar.«
Ljós við ljós bæði suður og norður eftir at síggja. Her verður ivaleyst trongt í Flógvanum í morgun, tá alt fer trokandi út eftir.
Tað skróðar í VHF´inum, sum siglt verður úteftir. Tað letur til, at onkur hevur hann standandi frá, tí vit hoyra menn tosa um, hvørt teir nú mintust til at pumpa, og um hvussu dagurin man fara at roynast. Annar fer út, skilst. Helst at hyggja til pumpuna, og hin byrjar at syngja fyri seg sjálvan.
Tann, sum farin er, kemur aftur, og teir práta aftur. Onkur á okkara báti heldur, at nú fara teir helst at tosa um konufólk, so tað hoyrist um alt feltið.
Men so var ikki. Skilafólk eru teir ivaleyst, hesir báðir ókendu, sum uttan at vita tað eru við í einum slagi av Big Brother leiki, sum teir sjálvir kenna einki til.
Men teir sløkkja so, og vit halda okkara ferðini gjøgnum Flógvan norður.
Eitt ljóshav
Vit eru í fyrra endanum, hóast fleiri eru farnir undan okkum í morgun. Vit síggja nakrar bátar forút. Men eina rúgvu afturút og í bæði borð.
Komnir nakað út í Flógvan verður hugt aftureftir. Og tað er eitt satt ljóshav, har opinberast inn móti Torvanesi. Alt loypur saman í sundinum. Tað ber ikki til at siga, hvat er topljós, og hvat eru gøtuljósini við Ljósá. Royni einaferð at telja síðulanternur og komi til, at bara har í einum flokki eru einir 30 bátar.
-Guð viti, hvussu leingi hetta fer at vara, heldur formaður okkara fyri. Við hetta lag verður skjótt at brúka fiskidagarnar upp.
Hann tekur ein brævbjálva, sum stendur stungin undir ein leidning á skottinum. Tekur eitt blað upp úr og hyggur at.
-Her stendur, at bólkurin eigur góðar 1.600 fiskidagar. Og teir kunnu skjótt ganga undan, um hetta verður bátatalið dagliga, heldur hann.
Og vit koma longri út. Vitin á Kallinum - tað vil siga á Lítla Høvda, sum nesmenn siga, at tað eitur, har hann stendur - hómast kámur har uppi í táminum.
Men undir honum er støðan sum í Flógvanum. Ljós við ljós, sum øll skunda sær út á grunnarnar at veiða av havsins gulli, sum tó enn ikki hevur latið vitað, um nakað verður í okkara part í dag.
Og so skróðar aftur í VHF'inum. Nú eru tað tveir, sum halda, at tað er nakað langt síðan, teir hava hoyrt málið á hvørjum øðrum.
-Annar fekk ikki orð á hin, áðrenn teir loystu. Hvussu kósin er, og hvar hann er?
-Jú hann er komin á 62.23 og 6.51.
Uha. Høvdu gomlumenninir vitað. Teir plagdu at vera á Rivinum, Oyggjunum ella um Gjótangan.
Men so er ikki í dag. Nú hevur nýggja tíðin tikið við, og tað eru satelitpositiónir, sum nú gera av, hvar vit eru staddir.
Jú, jú. Soleiðis eru tíðin og útgerðin, og gott er tað. Tí tað er eingin ivi um, at tað er gott at vera væl útgjørdur á floti.
Men syrgiligt kortini, halda kanska teir eldru, at staðarnøvnini farast. Tí ein sannroynd er, uttan at ganga nøkrum ov nær, at nógvir menn kenna ikki gomlu nøvnini, brúkt vórðu á útróðri.
Nakrir fiskar
Vit koam umsíðir á fiskileið, og tað verður farið at mala eitt sindur. Hyggja í ekkoloddið. Leita. Tað var her á leiðini, nakrir fiskar fingust í gjár. Kanska standa onkrir eftir enn? So tað er eina roynd vert.
Tað skrivar. Reytt upp eftir skíggjanum, og hatta skuldi so verið fiskur, verður tosað. Men enn er bara hálvaljóst. Ivasamt, um tað er fiskilýsi, sum er.
Men kastað verður, og hann er í heintan. Ikki tí, Nú verður ikki heintað sum í gomlum døgum. Nei, nú klárar snellan alt sjálv. Hjá manninum er í grundini bara at kasta og so taka inn, krøkja av og kasta aftur. Tá tað ikki trolar.
Seks eru snellurnar, og kastað verður við øllum beinanveg. Tann aftasta er fyrst niður, og hon sigur frá við tað sama.
Tað er soleiðis, at tær eru elektroniskar og verða stillaðar inn til at draga, tá ávís vekt er á. Og so sigur hon frá við einum bríksli, tá hon hevur kent.
Og tað er beinanveg, at hinar eru við eisini. Ikki allar í senn, men so við og við.
Vit fáa nakrar fiskar beinanveg. Men skjótt vísir seg, at hetta verður ikki fiskidagur. Tað er ov skjótt, at kennið doyr burtur. Og tað gerst ongantíð til nakað rættiligt fiskarí aftur fyri dagin.
Bátarnir hava spjatt seg, beinanveg teir eru komnir á feltið. Summir eru farnir út eystureftir, meðan onkur er farin longri til havs. Men teir flestu verða tó verðandi her á vanligu várleiðini.
Tað rekur upp í ættina. Eysturættin roynist ikki so væl, sum kanksa vánir vóru til sambæt veðurtíðindunum, hóast dagurin er av teimum frægu, sum verið hava í vár, skilst á monnunum.
Og tað er skjótt, at tað kennist, at tað ikki eru bara vit, sum ikki fáa hann at bíta í dag.
Teir eru longu farnir í telefonina. Tosa víða um, hvussu nú er vorðið, og hvat er at gera. Og framvegis flúgva satelitpositiónirnar gjøgnum loftið. Ikki ein er á Strøttinum ella Drýlinum, ella fyri tann skuld er nakar, sum nevnir, hvørju megin Dýpið teir eru, sum vanligt plagdi at vera.
Men teir eru samdir um, at teir fáa einki. Fimm hundrað. Átta hundrað sigur ein, sum letur væl at. Hetta eru pund, teir tosa um. Ein hevur fingið um botnin á einum lítlum, hvítum kassa. Og soleiðis er lagið.
Seinni um kvøldið frættist, at teir, sum hava verið longri úti, hava gjørt ein góðan dag. Men teir tiga klókliga. Hetta er einki at rópa út í luftina og so fáa allan riðilin á kroppin.
Eingin dagur
Nei, hetta gjørdist eingin fiskidagur soleiðis. Keðiligt kortini, nú ein einaferð hevði tikið seg saman at fara við og royna at seta eina frásøgn saman uttan av feltinum.
Men soleiðis er og hevur altíð verið hjá tí, sum rør út. Enn ein ásannan av sálmaregluni hjá Mikkjali á Ryggi: ..»Hvat kann eg úr sjónum taka?«
Tekur fiskurin ikki, er einki at gera við hesum reiðskapinum, sum hesir bátarnir brúka. Eitt er at finna fiskin. Tað duga tólini at hjálpa til við. Men vil hann ikki taka, eri kki so nógv at gera. Onkur hendingur kemur krøktur eftir reyv, men tað er einki at byggja nakað fiskarí á.
Ásannandi, at hetta verður eingin stórur dagur, verður farið at leita aftur. Tað er við ringum huga,at staðið verður við reyvafíl, men soleiðis eru treytirnar. Og tað rekur so mikið hart eisini, at tað ivaleyst hevur sína ávirkan. Full sól er seinnapartin, og næstur jørðini er hann - mánin - eisini um dagarnar, so vit vænta einki stórvegis í dag.
Teir halda, at frægari er helst at fara tíðliga til hús ein sovorðnar dag at hvíla seg. Fríggjadagur er, og teir hava hóast alt verið úti hvønn dag í vikuni. So skilabetri er helst at vera væl fyri í morgin og so royna aftur.
Soleiðis verður gjørt. Hildið at landi einaferð út á hálvan seinnapartin. Vit koma inn í havnina aftur og eru ikki einsamallir, sum hava tikið hesa støðuna, siggja vit. Onkur bátur liggur við bryggjuna og leggur upp. Onkur bíðar eftir tørni, og aðrir eru longu komnir aftur í básin.
Men tað verður aftur ein dagur í morgin, og útróðrarmaðurin er sum veiðimenn flestir. Altíð klárur at fara avstað aftur, tí í dag verður helst tann stóri dagurin.