Norðlýsið: Flotin hjá havnamonnum eisini lagdur

Partur av fiskiflotanum liggur í dag á Havnini í sambandi við mótmælistiltak, nú løgtingið hevur fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá samgonguni um nýskipan av fiskivinnuni.

Norðlýsið er í Havn í dag og dekkar mótmælistiltakið og viðgerðina í løgtinginum.

John William Joensen, sum er blaðmaður á Norðlýsinum, skemtar á Facebook við, at eisini havnamenn hava lagt flotan. Hann hevur lagt mynd út, har tríggir bilir hjá Kringvarpinum standa parkeraðir á Vaglinum í Havn.