Ein 64 ára gamal maður viðgekk í grundlógarhoyring í rættinum í Rønne á Bornholm í morgun, at hann hevði ringt til fregnartænastuna hjá løgregluni og til ta norsku løgregluna við bumbuhóttan.
Í telefonini hevði maðurin sagt, at hann ætlaði sær at spreingja eina bumbu við stjórnarbygningarnar í Oslo og í dómkirkjuni í Stavanger. Sambært ákæruvaldinum hevði maðurin eisini ringt til eitt fongsul í Oslo og spurt, um hann kundi fáa orð á Anders Behring Breivik. Hann skal eisini hava roynt at fáa orð á Barack Obama, forseta.
TV2 sigur, at tann 64 ára gamli maðurin hevur sálarligar trupulleikar, men at hann hevur ikki tikið heilivág teir seinastu dagarnar. Hann var drukkin, tá løgreglan tók hann.
Maðurin er ættaður úr Noegi, men býr á Bornholm.