Norðmaður skal spæla við NSÍ

Felagið hevur í dag skrivað undir sáttmála við 26 ára gamlan norðmann

Ein 26 ára gamal norðmaður og NSÍ hava í dag skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at norðmaðurin fer at spæla við NSÍ í ár.

Talan er um Peder Nersveen, sum er føddur 3. desember 1992. Hann er miðvallari og verjuspælari.

NSÍ skrivar soleiðis:

NSÍ hevur í dag fingið tilgongd av einum nýggjum leikara. Talan er um Peder Nersveen, sum skiftir úr Hamkam úr Norra til NSÍ. Peder hevur hesa seinastu dagarnar verið í Runavík og vant við Betri hópinum hjá NSÍ, og var hann partur av venjingardystinum ímillum NSÍ og ÍF leygardagin.

Peder leikti mitt á miðjuni, og var hann eyðsýndur í dystinum og vísti, at hann avgjørt styrkir um NSÍ hópin. Peder er 26 ára gamal, og leikti seinasta kappingarár við HamKam í Norra.

Nú er so greitt at Peder fer at spæla við NSÍ í 2019, og gleða vit okkum til at síggja Peder í gulu troyggjuni.