Felagið Atlantic Fresh, sum hevur selt feskan fisk á uppboði í enska býnum Hull tey seinastu seks árini, hevur latið uppboðssøluna aftur.
Orsøkin er sambært stjóranum, Magnúsi Guðmundssyni, at felagið fær ikki nóg mikið av fiski úr Íslandi longur. Tað kemst av, at íslendska hýsukvotan er minkað nógv, samstundis sum reiðarí, sum senda óvirkaðan fisk av landinum, missa part av kvotuni.
Stjórin í Atlantic Fresh væntar, at rundur fiskur úr Íslandi fer at missa fótafestið á bretska marknaðinum. Verður einki gjørt, fara norðmenn við marknaðinum, tí teir missa ikki kvotu, um teir senda óvirkaðan fisk av landinum, sigur hann við Morgunblaðið.