Tríggir norskir vevmynda-tjaldursungar hava fingið føroysk nøvn eftir at norska kringvarpið heitti á fólk, um at finna teimum hóskandi nøvn
Eins og á Hotel Føroyum hava norðmenn sett vevmyndatól upp at eygleiða fuglareiður.
Á hvørjum árið reiðrast tjaldursparið ?herr og fru Tjeld? á tekjuni á Universitinum í Bergen. Og seinastu vikurnar hava fólk fylgt teimum á internetinum umvegis eitt vev-myndatól, sum norska kringvarpið NRK setti upp.
Í ár komu trý egg í reiðrið, og uml. 25 dagar seinni vórðu tey klakt hin 22. og 23. mai.
Herfyri heitti NRK á fólk um at finna teimum trimum ungunum hóskandi nøvn. Hóast kappingin var hørð, endaði tað, sambært NRK við, at teir fingu føroysk nøvn: Tjaldur, Skaldur og Baldur.
?En må hete Tjaldur, som er tjeld på færøysk, og det er jo færøyenes nasjonalfugl?, skrivaði Ann Sidsel, tá tey bóðu um navnauppskot. Og so fingu hinir báðir eisini føroysk nøvn.
Sum sagt komu fleiri uppskot. Onkur teirra við íblástri frá unga Melodi Grand Prix vinnaranum Alexander Rybak. Tí varð skotið upp at tjaldursungarnir skuldu eita Tjalexander, Alextjeldar og Rybak.
Eisini ungu prisessurnar í Noregi vóru uppi at venda. Her vóru hugskot sum Tjaldelica, Tjaldora og Tjaldllulah, sum við einum góðum vilja kunnu minna um nøvnini Märtha Louise og døtur hennara Maud Angelica og Leah Isadora.
Men Føroyar fóru avstað við sigrinum, tí, sum tey siga hjá NRK, so er gott við altjóða samleika til tjøldrini, ið sum kunnugt koma víða um.
Nú eru foreldrini farin út í heim aftur við ungunum Tjaldur, Skaldur og Baldur. Kanska eru tey á veg hendanvegin - ja, hvør veit?