Norðmenn hava fyribils ásett sær sjálvum 100.000 tons av makreli næsta ár. Fiskimálaráðið vísir á, at strandarlondini eru ikki samd um býtið í 2013, og tá samráðingarnar millum Noreg og ES ikki eru lidnar, hevur ráðið gjørt av at áseta eina fyribilskvotu.
Av teimum 100.000 tonsunum, sum fyribilskvotan er, sleppa nótaskipini at fiska góð 64.000 tons.
Norska fiskimálaráðið sigur, at reguleringarnar fyri makrelfiskiskapin næsta ár verða tær somu sum í 2012.