Norðoya Sparikassi lækkar eisini rentuna

Aftaná at bæði BankNordik og Eik seinastu vikurnar hava boðað frá, at tey lækka sethúsarentuna og rentuna á billánum boðar Norðoya Sparikassa nú frá broytingum í somu lánum. 


Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum boðar bankin frá, at lægsta sethúsarentan lækkar við 0,15 %-stigum niður í 2,95 %, meðan lægsta rentan á billánum lækkar eisini og verður frá 3,25 %.


Lækkingin stendst av broytingum á fíggjarmarknaðinum og fær gildi frá 1. september 2018, boðar bankin frá.