Norðoya Sparikassi vil vaksa út um lokaløkið

? Skal Norðoya Sparikassi varðveita sín marknaðarpart ella vaksa um hann, má sparikassin fara út um lokaløkið, og gera vit tað, so stendur Havnin fyrst fyri, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa

Norðoya Sparikassi umhugsar nú av álvara um at fara út um sítt lokaløkið fyri at fáa ein størri part av marknaðinum.
? Vit hava trimmað sparikassan, so hann er kappingarførur við aðrar peningarstovnar, og tað er fyrsta treytin, um vit skulu bjóða okkum fram. Nú fara vit at leggja eina strategi fyri sparikassan, og tað er greitt, at skal Norðoya Sparikassi varðveita sín marknaðarpart ella vaksa um hann, má sparikassin fara út um lokaløkið, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri.
Norðoya Sparikassi hevur sína høvuðsdeild í Klaksvík, men hevur nógvar kundar í Norðoyggjum sum heild og í Leirvík, har einasta deildin uttan fyri Norðoyggjar liggur. Men tað kann skjótt fara at broytast.
? Skulu vit vaksa um okkara virksemi og fáa okkum nýggjar deildir, mugu vit leita til tey økini í landinum, har vøkstur er. Har stendur Havnin fyrst fyri, tí har eru eini 40 prosent av fólkinum og eini 50 prosent av teimum samlaðu inn- og útlánunum, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.

Havnin og Runavík fyrst fyri
Norðoya Sparikassi eigur ein bygning mitt í Havnini, og spurningurin hevur ofta verið settur, um sparikassin í Norðoyggjum æltar sær til Havnar. Svarið hevur ongantíð verið greitt, men stjórin í Norðoya Sparikassi fjalir ikki út yvir, at hetta verður nú av álvara umhugsað og viðgjørt í leiðsluni fyri sparikassan.
? Vit hava síðstu tíðina fingið alt fleiri kundar kring landið, og teir koma til okkum, tí vit standa okkum í kappingini við aðrar. Í Norðoyggjum eru vit so stórir, sum vit kunnu blíva, og vit kunnu ikki vaksa nakað stórvegis í hesum økinum.
? Hinvegin eru Norðoyggjar eitt øki, sum stendur í stað, meðan onnur øki vaksa, og tí mugu vit út um lokaløkið, um vit skulu halda okkara marknaðarpart ella vaksa. Havnin er uppløgd, men eisini Runavíkarøkið er eitt økið, sum veksur, og sum vit taka við í okkara viðgerð, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Vinnan kann klára eina niðurgongd
Norðoya Sparikassi hevði í fjør góðar 17 milliónir í avlopi, og tað var nakað tað sama sum árið fyri. Hetta er stjórin vælnøgdur við.
? Tá ið vit hugsa um, at rentumarginalurin er minkaður, kappingin er harnað, og at vit fáa minni fyri okkara gjaldføri uttanlands, so er úrslitið í fjør gott. Vit lótu eisini umleið 2,7 milliónir krónur til Norðoyagrunnin, og tí var tað gott, at sparikassin kundi halda sama avlop sum árið fyri, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Hann er samdur við teimum, sum siga, at útlitini í føroyska búskapinum eru ikki tey somu, sum tey hava verið, men hann er tó bjartskygdur.
? Tað fara at koma nøkur ár, har vit verða noydd at fóta okkum aftur, og har vøksturin í búskapinum ikki verður tann stóri. Men hendan tíðin er góð á tann hátt, at føroyska samfelagið kann effektivisera seg, og tað hava vit brúk fyri, sigur hann
? Vit síggja longu nú, at tillagingar verða gjørdar allastaðni ? bæði hjá tí privata og almenna ? og tað fara vit at síggja meira til komandi árini. Tað er ein fyrimunur fyri okkum, at vit gera hetta.
Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at vinnan er sum heild væl fyri og er før fyri at klára eina niðurgongd í umsetninginum.
? Men verður hetta ein støða, sum verður galdandi í fleiri ár, so kemur tað sjálvsagt at seta síni spor. Tað kann ávirka íløguhugin, og íløguhugurin er avgerandi fyri, um vit kunnu menna okkum og fáa meira burturúr, sigur Eyðfinn Reyðberg.